Eitt gott grannalag er týdningarmikið, um tú skal trívast. Húsini standa sum oftast lutfalsliga tætt í Føroyum, og tey, sum búgva í íbúðum, búgva oman á hvør øðrum, so har er tað eisini av týdningi, at fólk eru væl.
Nógv eru ráðini, tá tað snýr seg um at hava eitt gott samband við grannan og sleppa undan samanbrestum, tá okkurt er galið.
Bygma Balslev hevur savnað nøkur góð ráð saman í hesum sambandi.
- Sig frá
Nógv fólk koma ongantíð so lagt sum at siga grannanum, hvat tað er tey ganga og ilskast inn á. Heldur enn at siga tað við sjálvan grannan, verður tað nevnt fyri onkrum øðrum í grannalagnum, vinfólki ella familju. Men tosa við grannan um tað, tú ivast í ella ilskast inn á. Kanska hevur grannin eina aðra fatan, og veit als ikki, at hann ger eitthvørt, sum tú ikki heldur er so gott.
Tá tit hava tosað um tað, er ikki óvist, at grannin lurtar og broytist. Og minst til at tosa í einum høviskum tóna. Royn at ímynda tær, hvussu tú hevði havt tað, um grannin kom til tín og greiddi frá, hvat tað var hann hevði at fílast á.
##med2##
Um tað er okkurt, tú heldur er galið við grannanum, so er heilt vist ein orsøk til, at grannin ger, sum hann ger. Ver tí áhugað/ur í, hví so er. Spyr grannan, so fært tú eina frágreiðing, og sum oftast eina, tú antin kann góðtaka, ella eina, sum ger at tit kunnu koma fram til eina loysn.
Tú mást eisini umhugsa, um tað yvirhøvur kann loysa seg at fara í holt við at tosa um tað, sum tú ilskast inn á. Er tað ein lítil spurningur, sum tú í veruleikanum gott kann liva við, so lat fara.
Tú mást eisini hava í huga, at tað kanska ikki bara er grannin, sum er trupulleikin. Er ein træta í grannalagnum, so kann tað jú vera, at tú eisini eigur tína skyld. Hugsa um tað.
Er trætan blivin for stór, finn so onkran meklara. Tað kann vera ein annar í grannalagnum, sum tit bæði kenna væl.
(Kelda/tekstur: Balslev.fo)