Soleiðis skuldi Karlamagnusarbreyt síggja út

- Miðstaðargøtan verður tí vælegnað til fólk, sum eru til gongu ella á súkklu, skrivaði Tórshavnar kommuna um Karlamagnusarbreyt í 2012.

- Karlamagnusarbreyt verður handilsgøta, mentanargøta, skrivstovugøta og bústaðargøta.

 

Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna um vegin, sum mest av øllum líkist einum stórum byggiplássi og hvørs grannar øtast meiri og meiri um ferðsluviðurskiftini, so hvørt sum nýggir bygningar verða bygdir.

 

Karlamagnusarbreyt liggur í Hoyvík. Hon gongur frá Hoyvíkar kirkju í neðra til Skúlan við Løgmannabreyt í erva og er 600 metrar til longdar.

 

- Miðstaðargøtan kemur at vera ein savnandi eind fyri alt økið. Fólkið í býlinginum kemur at merkja, at miðstaðargøtan verður livandi um dagin og um kvøldið, skrivaði Heðin Mortensen í einum faldara um Karlamagnusarbreyt í 2012.

 

Í uppskotinum sæst, at ætlanin var, at fleiri handils- og skrivstovubygningar skuldu byggjast, har handlar skuldu vera í niðastu hædd og íbúðirnar í ovaru hæddunum.

- Krav verður sett um,  at partur av veghæddini í bygningunum skal vera til útvenda nýtslu, t.v.s handlar, tænastuvirki og matstovur v.m. Hesin parturin er endin í niðastu hæddini móti Karlamagnusarbreyt... Umráðandi er, at útsíður móti Karlamagnusarbreyt virka innbjóðandi fyri kundan, stendur í faldaranum. Í onkrum førum verður loyvt, at ovaru hæddirnar kunnu byggjast longur út móti Karlamagnusarbreyt enn niðasta hæddin, fyri at gera eitt handilstorg út móti vegnum.

 

Les eisini Hvar skulu børnini ganga

 

Faldarin snýr seg í stóran mun um, hvat slag av bygningum kunnu byggjast framvið Karlamagnusarbreyt. Okkurt hissini orð verður skrivað um parkeringsplásss, millum annað verður viðmerkt, at her skulu vera á leið líka nógv parkeringspláss í økinum sum í miðbýnum.

 

Sjálvur vegurin fær tó lítla umrøðu. Tað er tilskilað, at bilaferðslan skal ikki verða til ov stóran ampa, og tí skulu ferðsluforðingar gerast niðan eftir gøtuni.

- Miðstaðargøtan verður tí vælegnað til fólk, sum eru til gongu ella á súkklu. Eisini kunnu smásølurnar nýta útiøkið móti Karlamagnusarbreyt til at vísa teirra vøruútval, uttan at bilaferðslan er til ampa fyri hesum, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Tey munnu vera mong, sum halda at her er langt millum ætlaðu verkætlanina og veruleikan, sum fyriliggur upp í Hoyvíkshaganum í dag.