Soleiðis skal politistøðin síggja út

Nógv kjak hevur verið á sosialu miðlunum seinasta døgnið, síðani fyrstu myndirnar av nýggju politistøðini í Havn komu undan kavi.

 

Kringvarp Føroya segði í gjár søguna um innkomnu byggitilboðini, sum vóru alt ov høg. Tí er neyðugt hjá Bygningsstyrelsen at fara í samráðingar við byggifeløgini, sum hava latið tilboð inn, um at lækka prísin. Eisini verður ein roynd gjørd at fáa Fólkatingið at hækka játtanina.

 

Tað, sum tó hevur fest mest eld í, er myndin av nýggju politistøðini á Húsagøtu. Á sosialu miðlunum hava fólk ilskast og mótmælt harðliga móti, at ein slíkur stórur betongbygninur skal byggjast mitt í býnum, fram við alfaravegi.

 

Onkur hevur líknað bygningin við Vestre fængsel, onnur siga, hann minnir tey um Ebenezer.

 

Nú vísir tað seg kortini, at myndin, sum hevur verið í umferð, ikki er tann rætta.

 

Myndin av ljósagráa bygninginum við høgu, smølu vindeygunum lá gamaní saman við útboðnum á heimasíðuni hjá Bygningsstyrelsen, men er í dag broytt.

 

Miðlahúsið hevur eisini fingið váttað frá álítandi keldum, at talan ikki er um at byggja gráa bygningin við smølu vindeygunum, men heldur myrka bygningin, sum á myndini omanfyi.

 

So er bara eftir at síggja, um hesin bygningurin fær betri móttøku.