Nýggja miðbýarætlanin fyri Klaksvík er nú løgd fram, og tekningarnar eru blivnar almennar. Stigtakararnir ætla, at Klaksvík skal verða ein meira spennandi og framrættaður býur Í gjárkvøldið var nýggja Badmintonhøllin í Klaksvík var full av fólki, tá ið nýggj miðbýarætlan fyri Klaksvík var løgd fram á borgarafundi. Klaksvíkar kommuna skipaði fyri fundinum.
Fleiri miðbýarætlanir eru gjørdar fyri Klaksvík seinnu árini, men hóast tað hildu Gunnar Nolsøe og Archibald Black, at neyðugt var við einari nýggjari ætlan, sum veruliga kann føra Klaksvík fram í tíðina sum ein nýggjur býur.
Og teirra ætlan er stórsligin. Nýggjar útfyllingar skulu gerast fram við báðum armum á vágni fyri at fáa nýtt lendi at byggja á Og byggjast skal ? býarhús, hotell, skúlar, íbúðir, handlar, bátapláss og annað.
- Hugskotið er, at Klaksvíkar kommuna ger eina yvirskipaða ætlan og skapar karmarnar, og so er tað í stóran mun upp til privatar íleggjarar at brúka økini, siga Gunnar Nolsøe og Archibald Black.
Í myndafrásøgn niðarliga til høgru her á síðuni ber til at síggja tekningarnar hjá Archibald Black av einum nýggjum miðbýi í Klaksvík.