Ógvusligi eldsbrunin hevur etið alt virkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, sum kykmyndirnar hjá Miðlahúsinum vísa.
Barbara Holm og Ísak Z. Laksáfoss eru á Tvøroyri fyri Miðlahúsinum og hava gjørt hesa reportasjuna.
Væntandi fer tað at taka rúma tíð at byggja virkið upp aftur. Ilt er at siga, hvussu hetta fer at ávirka bygdina framyvir.