Við sera lágum feittprosenti og eftir hart arbeiði á súkklu í 16 dagar hevur pólski súkklarin Pawel Poljanski tikið eina mynd av sínum beinum.
27 ára gamli Pawel Poljanski hevur súkklað í 16 dagar í Tour de France, og eftir seinasta umfarið tók hann myndina og legði hana myndina á Instagram.
Tað hevur skapt lívligt kjak, og fleiri halda, at pólski súkklarin átti at givist, hvílt seg og hugsa um heilsuna hjá sær.
Men tað kemur ikki upp á tal, tí framvegis eru fleiri umfør eftir av Tour de France, har súkklararnir innan tríggjar vikur súkkla meira enn 2500 kilometrar.