– Í seinastuni hevur SEV grivið veit frá smoltstøðini í grótbrotinum á Stornd, og eru teir nú komnir heim um Grønaból. Talan er um drúgvt og rúgvusmikið arbeiðið, har eisini Klaksvíkar kommuna og Føroya Tele dagføra sínar leiðingar við ávís strekki.
SEV leggur tveir 60 kV kaðalar, og tríggjar til seks 10 kV kaðalar, og verða eisini samskiftis- og lágspenning leiðingar lagdar summar staðir.
– Slíkir 60 kV kaðalar, sum her verða lagdir, eru partur av samlaða ringinum (net-kervinum) um alt landið hjá SEV. Hesir kunnu føra 44 MW hvør, upplýsir SEV. Koblingsstøðin á Strond hevur eina trafo-orku á 2 x 16 MW. Til samanberingar brúka allar Norðoyggjar í dag samlað 6 MW.
Leiðin er long
Leiðingarnar verða grivnar frá gamla grótbrotinum á Strond, gjøgnum alla Klaksvík, umvegis Norðoyatunnilin, gjøgnum Leirvík, gjøgnum Leirvíkstunnilin, niðan gjøgnum Gøtudal til nýggju koblingsstøðina Innan Eið - omanfyri Varmakeldu.
– Arbeiðið Klaksvíksmegin verður ætlandi liðugt um tvey ár. Málið er, at alt arbeiðið liðugt um trý ár. Hetta arbeiðið verður gjørt fyri at styrkja um alt netið í norðurøkinum, og fyri at fáa luftlinjurnar burtur, soleiðis at veður og vindur hevur minni ávirkan á streymveitingina – at streymveitingin ikki fer av vindi, klaka og kava. Tí gagnar henda stóra verkætlan øllum viðskiftafólki og -virkjum hjá SEV í umtalaða øki.
Kostnaðurin fyri alla verkætlanina er uml. 60 millónir. Tá er gjaldið fyri koplingsstøðina á Strond og kaðalleggingina frá Varmakeldu til smoltstøðina í grótbrotinum á Strond við.