Mánadagin 26. februar var farið undir at umvæla Norðskála kirkju, sum bleiv vígd í 1932. Hóast kirkjan er umvæld fleiri ferðir fyrr, so var hon nú illa slitin av tíðarinnar tonn. Nýggja umvælingin er tí rættiliga umfatandi og gjørnumgrípandi stendur at lesa á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.
- Tað er helst rættast at lýsa arbeiði soleiðis, at vit í mangar mátar endurnýggja kirkjuskipið og bakrúmini fullkomiliga, sigur Helgi Johannesen, ið er ein av monnunum handan Byggivirkið KBH á Toftum, og sum hevur hesa umvælingina um hendi, við Snorra Brend, sum skrivar fyri fólkakirkjuna.
Byggivirkið KBH vónar, at umvælingin er liðug til ólavsøkuna.
Tað er ikki hissini arbeiði, sum byggivirkið á Toftum er farið undir í Norðskála kirkju. Ætlanin er at dagføra kirkjurúmið, og at bjálva veggirnar, gólvið og hválvið av nýggjum. Ikki nokk við tað, so verður eisini nýtt gólv lagt á alla kirkjuna, og ein rýmingarleið gjørd niður av loftinum, har sunnudagsskúlin hjá kirkjuni heldur til.
Myndin vísir greitt, hvussu væl og grundiga ið farið er til verka í kirkjurúminum: Ikki ein einasta fjøl er órørd í hesum arbeiðinum.
Ein kann tí í mangar mátar siga, at tað verður at kalla ein nýggj kirkja, ið fólk kann fara til gudstænastu í, tá alt arbeiðið verður liðugt seinni í ár.
Eisini í kirkjurúminum eru stórar broytingar gjørdar. Frammanundan var tað nógva klætt við timbri, sum ikki alt hevði sama lit.
- Men nú fer kirkjurúmið at fáa eina aðra útsjónd, við tað at bogaða hválvið fer at verða klætt við gipsi, og síðani málað við sama liti, upplýsir Helgi Johannesen.
Og hann leggur aftrat:
- Eg haldi eisini, at kirkjurúmið nú verður meiri einlitt og haraftrat meiri stílfult.
Tað eru sløk 100 ár síðani at byrjað var at tosa um at Norðskáli og grannabygdirnar áttu at havt eina kirkju.
Í 1927 var bygginevndin vald, og tvey ár seinni sendu nakrir íbúgvar í Svínáum, við Norðskála og av Oyri eina umbøn til Løgtingið um at fáa studning til kirkjuna.
2. desember í 1930 varð grundarsteinurin lagdur av próstinum, Jákupi Dahl, og 13 mánaðir seinni – 10. januar 1932 – vígdi sami próstur kirkjuna.
Nú er so ein størri og gjøgnumgrípandi umvæling farin í gongd. Hetta merkir samstundis, at hvørki kirkjugongd ella sunnudagsskúli eru í kirkjuni hesa tíðina.
Hesar kirkjuligu tænasturnar eru ístaðin fluttar í gamla skúlan á Oyri.