Soleiðis ljóðaði tað tá Víkingur vann oddasessin

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen av sigursmálinum hjá Hanusi Jacobsen, sum koppaði KÍ av oddasessinum

Í Gøtu og Leirvík er fótbóltslagið framúr í kvøld. Tá Víkingur tapti 1-2 ímóti KÍ á heimavølli høvdu tey flestu hug at geva upp, men nú er alt vent uppá tvey umfør, og nú er Víkingur aftur oddalið aftaná ein 1-0 heimasigur á TB. Samstundis tapti KÍ 1-3 ímóti AB á Argjum, og Víkingur er nú fremst við 55 stigum, KÍ hevur 54 stig.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Hilmar Jan Hansen segði frá sigursmálinum hjá Hanusi Jacobsen, sum gjørdi, at Víkingur vann oddasessin í dag.

 

Í komandi umfari tekur Víkingur ímóti B36. TB tekur ímóti Skála.