TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Tróndur Arge segði frá teimum fýra málunum, sum komu í dystinum millum HB og B36, sum endaði við javnleiki 2-2.
Tað hevur verið rættiliga ofta javnleikur millum HB og B36 seinnu árini. Í dag var B36 betra liðið í fyrra hálvleiki, meðan HB var betra liðið í seinna hálvleiki.
HB-B36 2-2 (1-1)
0-1: Benjamin Heinesen
1-1: Jóhan Troest Davidsen
2-1: Sebastian Pingel
2-2: Patrik Johannesen