Soleiðis ljóðaði tað tá B36 vann á Víkingi

(Frá Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Tróndur Arge segði frá sigursmálinum hjá B36

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Tróndur Arge segði frá sigursmálinum hjá Eli Falkvard Nielsen, tá B36 vann 1-0 á Víkingi í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Dysturin var spældur á ovara vølli í Gundadali fyrr í dag.

 

Vit hoyra eisini dystarendan. B36 hevur ikki verið í steypafinaluni síðani 2008, og tað er ikki at taka seg aftur í, at sigurin kom sera væl við hjá heimafólkunum í dag.

 

Hetta verður fyrstu ferð síðani 2011, at Víkingur ikki verður annað liðið í finaluni um løgmanssteypið.