TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum í tí seinnu FM finaluni.
Vit hoyra fyrst avgerandi bóltarnir í seinnu FM-finaluni, sum Fleyr vann 3-0. Eftir tað hoyra vit avgerandi løtuna í tí gylta settinum, sum SÍ vann 17-15.
Hans Fróði Jensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen á Rás2.
Fleyr kom væl betur frá byrjan, har serliga blokkurin og stríðshugurin tóktist at vera betri enn í fyrru finaluni fyrradagin. Hóast SÍ nærkaðist ímóti endanum av settinum, so var Fleyr omaná teir síðstu bóltarnar og vann fyrsta settið 25-18.
Góðu gongdina tók Fleyr við sær inn í annað settið, har teir fyri tað mesta vóru omaná, kanska serliga takkað einum væl spælandi Jóhan Arna E. Wang. Hóast settbóltar til Fleyr, so svaraði SÍ aftur og javnaði til 24-24, men havnaliðið helt høvdið kalt og við 26-24 bleiv nú 2-0 í settum.
Tað gekk báðar vegir í triðja setti, men aftur hesaferð var tað Fleyr, sum stóð seg betur ímóti endanum, og við 25-22 tryggjaðu tær sær ein 3-0-sigur. Neyðugt var tískil við einum gullsetti fyri at avgera hvør skuldi fara avstað við FM-gullinum.
Í gullsettinum fekk Fleyr ta bestu byrjanina. Teir løgdu seg á odda 6-3 áðrenn SÍ tók timeout. Hetta hjálpti, tí løtu seinni var javnleikur 6-6, og SÍ fekk fyrstu leiðsluna við støðuna 8-7. Fleyr svaraði tó væl aftur og við støðuna 14-12 høvdu teir tveir dystarbóltar.
Hóast dystarbóltarnar, so megnaði Fleyr ikki at taka av. SÍ vísti stóra sálarliga styrki, og teir kúgvendu gullsettinum og vunnu tað 17-15. Við sigrinum í gullsettinum kann SÍ nú kalla seg føroyameistara, meðan Fleyr fær silvur.