Soleiðis ljóðaði tað á FM1 tá NSÍ skrivaði søgu

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá málunum sum komu í søguliga sigrinum hjá NSÍ á Svangaskarði, og hoyr Helga L. Petersen taka samanum dystin

##med2##

Loksins eydnaðist tað NSÍ at vinna seg víðari í evropeiskari kapping, og tað var í stórum stíli, tá teir gulu og svørtu á Svangaskarði vunnu heili 5-1 á Barry Town United. Sigurin var ikki eitt mál ov stórur.

NSÍ hevði metstóran føroyskan sigur í evropeiskum fótbólti á hondum, men teir mugu deila metið við KÍ og EB/Streym sum eisini hava vunnið 5-1 á heimavølli í evropeiskum kappingum.

NSÍ – Barry Town 5-0 (0-0)

1-0: Klæmint A. Olsen (52.)

2-0: Klæmint A. Olsen (63.)

3-0: Petur Knudsen (67.)

4-0: Klæmint A. Olsen (74.)

5-0: Steffan A. Løkin (82.)

5-1: Kayne McLaggon (88.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1, tá reportarin, Tróndur Arge segði frá málunum hjá NSÍ. Hoyr eisini dystarendan og fagnaðin aftaná dystin. Helgi L. Petersen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina, og hann og Tróndur tóku eisini samanum søguliga dystin, har NSÍ á fyrsta sinni spældi seg víðari í evropeiskari kapping. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Glenn Ståhl. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við formannin í NSÍ, Dánial Hansen. 

(NSÍ-Barry Town 5-1. Hoyr málini, dystarendan, fagnaðin og samanumtøku)