Soleiðis liva tær undir ísinum

Pingvinir kunnu ikki flúgva. Uppi á landi tykjast tær heldur hjálparleysar og klossutar og kunnu detta um hvørja aðra. Tá pingvinir eru í sjónum, eru tær ikki til at kenna aftur. Her eru tær av bestu svimjarum og klára seg óføra væl. Smáu veingirnir verða brúktir sum árar, og føturnar sum róður.

Nú hava granskarar gjørt royndir við at festa upptøkutól á ryggin á 15 pingvinum. Tólið tekur livandi myndir í hálvan annan tíma, eftir at pingvinirnar eru farnar á sjógv.

Upptøkurnar vísa, at pingvinir kunnu ferðast undir vatni við 40 kilometrum um tíman, og tær kunnu vera undir í 18 minuttir.

Granskarar, sum gjørdu hesar royndir, fingu fatur í aftur 10 av 15 upptøkutólum.

Japanski granskarin, Hiroyasu Kumagae, sum starvast við Japans National Institute of Polar Research, vísir á, at pingvinirnar halda seg undir ísinum á Antarktis meginpartin av summarinum.

- Tí er trupult hjá menniskjum at fylgja við, hvussu fuglurin ferðast og livir sítt lív, sigur hann.

Sum skilst, verða filmsupptøkurnar fyri fyrstu ferð vístar hin 20. mars, tá granskararnir koma heimaftur til Japans.

- Upptøkurnar vísa, hvussu fuglurin kavar niður í dýpið, og hvussu hann fær fatur í sínari føði. Vit halda, at hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at tað hevur borið til at filma lívið hjá pingvinum, soleiðis sum tað er, tá tær balast undir ísi og niðri í dýpinum, sigur Hiroyasu Kumagae.

Hann heldur ikki, at pingvinirnar dámdu serliga væl at hava upptøkutólið á rygginum, men einki bendi á, at tær gjørdust strongdar av hesum.

- Eg haldi ikki, at upptøkutólið ávirkaði rørslurnar og ferðingina hjá pingvinunum, sigur Hiroyasu Kumagae.