Soleiðis lætta vit um hjá vanliga fólkinum

Vit hava nøkur ítøkilig og realistisk boð upp á, hvussu vit lætta um fíggjarliga hjá vanliga húsarhaldinum - serliga hjá støkum uppihaldarum.

Á vári í 2010 stóð eg, sum tíðindafólk, á odda fyri einum miðlaátaki, har vit varpaðu ljós á korini hjá støkum uppihaldarum í Føroyum. Málið varð lýst gjøgnum greinir og útvarp, og skipað var fyri stórum kjakfundi um evnið.
Hetta var í sambandi við lanseringina av kanningini "Stakir uppihaldarar í Føroyum" eftir Siri Hansen og Anniku Antoniussen. Niðurstøðan av kanningini var, at hóast tú bæði hevur útbúgving og fulltíðarstarv, kanst tú ikki klára teg uttan hjálp frá familju og vinum, um tú ert stakur uppihaldari í Føroyum.
Í fyrsta umfari varð mett, at 500 børn líða neyð í Føroyum. Tíverri var hetta helst alt ov lágt mett, tí eftir tiltakið "Í menniskjum góður tokki", sum Annlis Bjarkhamar og onnur góð fólk tóku stig til, gjørdist greitt, at rætta talið í øllum førum er tað tví-, ja, kanska -trífalda.
Og nú, í morgun, hevur Hagstovan enn einaferð staðfest, at tey, sum eru allar ringast fyri fíggjarliga, eru stakir uppihaldarar og børn teirra!

Eg ynski, at Føroyar skal vera eitt land, har ongin er fátækur!
Eitt er eyðsæð, tað er forbankað torført at fáa mánaðarlønina at røkka til allan mánaðin. Hetta vit flest okkara. Men er tað torført við tveimum inntøkum, kunnu vit bara ímynda okkum, hvussu hart tað man vera hjá støkum.
Vit á Javnaðarliðinum hava seinastu tíðina arbeitt við nøkrum heilt ítøkiligum ætlanum fyri, hvussu vit kunnu lætta um tilveruna hjá okkum, sum hava valt at búgva her á landi. Serliga hjá vanligum húskjum, støkum og støkum uppihaldarum.
Hetta hevur verið ein spennandi tilgongd, tí eitt er at ynskja og lova, men at finna fíggingina, er sjálvsagt ein avbjóðing í hesum døgum. Tó hevur tað nú eydnast okkum at finna loysnir, sum eisini eru búskaparliga ábyrgdarfullar.
Fyri at koma til sakina, so er ætlanin at seta inn á fleiri mótum í senn, fyri á tann hátt at lætta um gerandisdagin og fíggjarstøðuna hjá føroysku húsarhaldunum.

Skattur og lætti
Okkara boð upp á eina skattaumlegging hevur við sær, at fólk við lá- og miðalinntøku fáa ein lætta, sum munar. Eitt nú fáa eini hjún, har inntøkan er 26.667 kr. í part um mánaðin 1.300 kr. meiri at liva fyri, og ein stakur persónur við somu inntøku fær ein lætta á 800 kr. um mánaðin. Lættin kemst í stóran mun av, at Kringvarpsgjaldið og Heilsutrygd framyvir verða goldin inn yvir skattin.
Harumframt hækkar barnafrádrátturin úr 5.500 í 6.500 kr. árliga fyri hvørt barnið.
Hetta eru batar, sum veruliga muna hjá hart spentum lá- og miðalinntøkubólkunum - og serliga hjá støkum og støkum við børnum.
Les fleiri greið dømi um skattaumleggingar HER! HYPERLINK "http://www.j.fo/D%C3%B8mir.aspx?ID=175" www.j.fo/D%C3%B8mir.aspx

Bústaðarviðurskifti
Tað hevur í alt ov nógv ár verið stórur tørvur á einum alternativi til sethús og milliónalán. Tí ætlar Javnaðarflokkurin at Húsalánsgrunnurin skal byggja 180 leigu- og lutaíbúðir har leigukostnaðurin er einar 4.000 kr. um mánaðin, umframt 80 kollegiibústaðir til lesandi. Hetta verður fíggjað av Húsalánsgrunninum, sum hevur 350 mió. kr. í gjaldføri at brúka.

Lesandi
Við skattaumleggingini verður eitt avlop á einar 18 milliónir kr. Hetta skulu lesandi í Føroyum hava ágóðan av. Tí skjóta vit upp, at lesandi framyvir fáa studning allar 12 mánaðirnar og ikki bara í 11, sum nú. Harumframt verður eykastudningurin til forsyrgjarar hækkaður úr 1.500 kr. upp í 2.000 kr. um mánaðin.

Prísstøðið
Føroyska prísstøðið er 14 prosent hægri enn tað danska, og miðalinntøkan er 22 prosent lægri enn hin danska!
Vit eiga ikki at góðtaka, at okkara livistøðið er so nógv lægri enn tað danska.
Vantandi príseftirlit og kapping eru høvuðsorsøkirnar til høga prísstøðið í Føroyum. Okkara avgjøld eru ikki munandi hægri enn tey donsku, men vit hava altíð ein ávísan flutningskostnað.
Okkum væntar ein samlaðan stovn, sum skal kanna, kunna um og seta tiltøk í verk, í sambandi við prísáseting. Eitt sterkt og proaktivt príseftirlit, sum fer út í handlarnar at kanna og samanbera prísir. Eisini skulu fólk kunna senda inn klagur um prísir til eftirlitið, sum harumframt skal hava førleika at vegleiða handilslívinum um prísáseting.
Og sjálvandi skal príseftirlitið virka saman við kappingarráðnum og brúkaraumboðnum - alt við sama endamáli: at verja okkum ímóti fríu marknaðarkreftunum, tá tær fara av sporinum.
Tí frí kapping er bara frí og fín, tá hon er undir neyvum eftirliti!

Realistiskt boð
Eg haldi, at tað er umráðandi, at vit, sum bjóða okkum fram at stýra hesum landi, eisini hava nøkur ítøkilig boð upp á HVUSSU, vit vilja koma á mál. Mótstøðufólk koma tá, kropp á kroppi, og skíra tað at vera tóm vallyfti. Men alternativið er nógv verri, nevniliga, at man onki boð hevur upp á búskaparliga ábyrgdarfullar loysnir.
Sum sagt hevur Javnaðarflokkurin eitt realistiskt boð upp á, hvussu vit kunnu lætta um tilveruna hjá vanliga føroyinginum. Serliga eru vit errin av at kunna leggja fram eitt heilstoypt skattauppskot, sum tekur støði í solidarisku Javnaðarhugsjónini, har vit øll eru við til at lyfta í felag. Tí tá verður alt bæði lættari og rættari!

Rigmor Dam, valevni hjá Javnaðarflokkinum - rákið er reytt og grønt!