Soleiðis læra næmingarnir mest og best

Altjóða granskarar eru komnir fram til 11 viðurskifti, sum skulu til vera til staðar, um næmingar í grundskúlanum skulu læra sum mest og best. Alt slíkt, sum politikarar, leiðslur og lærarar kunnu fremja í verki - um vilji er til tess.

1. Starvsfólkamenning í leiðsluni
Næmingarnir læra meira, um leiðslan hevur drúgvar royndir, um hon leggur nógvar tímar í arbeiðið, og um lærararnir lættliga kunnu koma í samband við hana. Eisini læra børnini meira í skúlum, har leiðslan leggur stóran dent á førleikamenning hjá lærarunum, og um hon er við til at gera av, hvør verður settur í starv og hvør verður koyrdur úr starvi. Til endans er vert at nevna, at næmingarnir læra meira, har bæði lærarar, foreldur og næminar taka lut í avgerðum, sum viðkoma skúlanum.

2. Pedagogisk leiðsla
Næmingarnir læra meira, um leiðarin hevur hollar førleikar innan fak og undirvísingarlæru, og tá viðkomandi dugir at vegleiða lærarunum í hesum. Tað hevur eisini stóran týdning, at leiðarin dugur at fáa til vega rætta undirvísingartilfarið og at vegleiða um innihaldið í undirvísingini.

3. Umstøðurnar at læra
eru nógv tengdar a evnunum hjá læraranum at leggja undirvísingina til rættis – at leggja komandi dag og viku til rættis, so tíðin til fyrireiking og undirvísing verður brúkt gagnliga. Tað er eisini umráðandi, at lærarin dugir at halda ætlanina og at brúka tillutaðu tíðina, og at hann dugir at samskipa hana so væl, at eisini tíðin, sum næmingurin brúkar til skúlaarbeiðið heima, er uppí, tá lagt verður til rættis.

4. Væl skipaður gerandisdagur
Sum heild skal gerandisdagurin hjá næminginum vera væl skipaður og tryggur. Fysisku karmarnir (arkitekturur) skulu vera í lagi, so næmingurin kann koma runt í skúlanum og luttaka í sosialari samveru. Sálarliga umhvørvið hevur eisini alstóran týdning: Tess tryggari næmingurin kennir seg, tess betri lærir hann.

5. Eitt gott læruumhvørvi
Skúlin skal leggja seg eftir at menna fakligu avrikini hjá næminginum, so hann alla tíðina ger framstig. Tess ágrýtnari lærarin er í mun til at fáa næmingarnar við og at tryggja sær, at teir eru til staðar andliga og kropsliga, tess betri læra teir.

6. ”Hetta er mín skúli”
Leiðsla, lærarar og næmingar skulu hava eina kenslu av, at hetta er ”mín skúli”. Sambandið millum lærarahópin og næmingarnar skal vera heitt og stimbrandi. Eisini skulu lærarar kunnu fáa hjálp, ráð og stuðul frá starvsfeløgunum, og kenna seg góðtiknar av teimum. Harumframt skulu næmingarnir menna positivar relatiónir til hvønn annan. Kenna teir seg illa viðfarnar av øðrum næmingum, minkar innlæringin.

7. Sosialir normar og virði
Professionellu virðini hjá lærararunum skulu vera: Áhugi fyri arbeiðinum, professionellari menning og nýggjum pedagogiskum ætlanum og royndum. Teir hava eitt ”opið” floksrúm og laga undirvísingina til hin einstaka næmingin. Lærararnir dáma og vilja luttaka í virkseminum á skúlanum, og kenna eigaraskap til tað. Næmingarnir skulu dáma at arbeiða, teir eru virknir og hava eina kenslu av, at teir gera eitt gott arbeiði.

8. Leggja til rættis og brúk av tilfari.
Eldri kanningar hava víst, at lærarin er mest týðandi faktorurin, tá umræður læring. Nýggja kanningin vísir á tríggir høvuðsførleikar, sum lærarin skal hava fyri at stimbra læringina: relatiónsførleika, regluleiðsluførleika og didaktiskan førleika.

9. Lærarin sum viðspælari í organisatiónini
Næmingur lærir betri, um lærarin er nøgdur og um útskiftingin í lærarahópinum ikki er ov stór. Eisini lærir hann betri, tess meiri útbúgving lærarin hevur og tess meiri hann samstarvar í bólkum og í toymum. Harumframt skal kynsbýtið helst vera so javnt sum til ber í lærarahópinum.

10. Samansetingin av næmingum
Um ein partur av næmingunum í flokkinum hevur foreldur við hægri útbúgving og góðari løn, hevur tað positiva ávirkan á fakliga støðið og avrikið í flokkinum. Tess fleiri gentur eru í flokkinum, tess betri verður samlaða fakliga avrikið.

11. Skúla-heim-samstarv
Allastaðni, har foreldrasamstarvið er púra greitt til staðar, klára næmingarnir seg betri. Eisini er eitt virkið skúla-heim-samstarv ein fyrimunur í mun til kappingina við aðrar skúlar.


--


Fakta um kanningina:
Tað er Dansk Clearinghouse for Uddannelsesforskning við DPU, Aarhus Universitet, sum hevur gjørt kanningina við teimum 11 viðurskiftunum, sum hava týdning fyri innlæringina hjá børnum í grundskúlanum.

Kanningin fór fram undir leiðslu av Sven Erik Nordenbo, professara, sum er stjóri fyri Dansk Clearinghouse for Uddannelsesforskning.

Kanningin, sum eitur "Input, Process, and Learning in primary and lower secondary schools. A systematic review carried out for The Nordic Indicator Workgroup (DNI)" er bílagt av Nordisk Evalueringsnetværk. Granskingarbólkurin var mannaður av átta professarum úr Danmark, Noregi, Hollandi og Finnlandi.