Soleiðis koma Føroyar víðari

HM á Tórsvølli: Tað einfaldasta er at vinna, men tað kann blíva til eitt stórt roknistykki.

Kl.13.00 í dag spælir føroyska kvinnulandsliðið seinasta og avgerandi dystin í HM-undankappingini, sum hevur verið í Føroyum síðani hósdagin.


Mótstøðuliðið í dag er Turkaland, sum – eins og Føroyar – hevur vunnið teir báðar fyrstu dystirnar í bólkaspælinum. Tískil verður dysturin í dag avgerandi fyri hvør fer víðari.


Tað eru nevniliga allir bólkavinnararnir, ið sleppa víðari til næsta stig av undankappingini. Tó sleppur ein av teimum fýra 2-arunum í undankappingini eisini við.


Fyri at sleppa víðari sum 2-ari er kravið, at liðið hevur staðið seg betur ímóti nummar eitt og trý í sínum bólki, enn allir hinir 2-ararnir hava ímóti nummar eitt og trý í sínum bólki.


Vinna Føroyar ímóti Turkalandi í dag, so sleppa tær víðari, men skuldu tær spælt javnt ella tapt, so verður tað eitt størri roknistykki hvør sleppur víðari sum besti 2-ari.

 

Skuldu Føroyar blivið nummar tvey í bólkinum, so er tað longu nú greitt, at Føroyar hava fingið trý stig ímóti nummar trý í bólkinum. Tað verður nevniliga Montenegro ella Luksemburg, og teimum báðum hava Føroyar vunnið ímóti.


Allir dystirnir í HM-undankappingini í dag byrja kl.13.00. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum ímillum Føroyar og Turkaland, ið verður á Tórsvølli.