- Tað er eisini ábyrgdin hjá foreldrunum at tryggja sær, at børnini kom trygt og væl ígjøgnum síðsta skúladag.
Tað staðfestir Bjarta Vilhelm, stjóri í Gigni, sum er heilsufrøði til børn og ung.
Summerfrítíðin er í nánd og sostatt eisini próvtøkan og síðsti skúladagur.
Í hesum sambandi verður ofta skipað fyri stórari veitslu fyri næmingunum ið eru lidnir í fólkaskúlanum.
- Hóast tað í stóran mun eru skúlin og næmingarnir, ið fyrireika veitsluna, er tað eisini uppgávan og ábyrgdin hjá foreldrunum at tryggja, at teirra barn kemur væl og trygt gjøgnum síðsta skúladag, sigur Bjarta Vilhelm.
Og hon hevur eisini nøkur góð ráð um, hvussu foreldrini kunnu bera seg at fyri at tryggja sær, at skúlaveitslan endar væl, uttan at ganga og mala ímillum beinini á teimum ungi og oyðileggja veitsluna.
- Foreldrini eiga ikki at halda seg burtur. Tvørtur ímóti eiga tey at vísa áhuga og at bjóða seg fram at hjálpa næmingunum at gera avtalur, so at veitslan kann haldast í tryggum rammum og gerast ein hugnalig og stuttlig staðfesting av at skúlatíðin í fólkaskúlanum nærkast endanum.
Tosa um rúsdrekka
Í Gigni hugsa tey nógv um rúsdrekka, sum tey halda er tað stóra vandamálið.
Aldursmarkið fyri at drekka er 18 ár, men veruleikin er, at nøkur ung undir 18 ár drekka og tað er ein veruleiki, vit eiga at fyrihalda okkum til, sigur Bjarta Vilhelm.
- Rúsdrekka kann føra óvæntaðar støður við sær fyri tey ungu. Tey flestu ungu eru kanska ikki von við at drekka rúsdrekka og tískil er vandi fyri, at tey drekka ov nógv, umframt at tey kunna koma í óvæntaðar støður, sum tey angra aftan á.
Foreldur og børn eiga at tosa saman um rúsdrekka. Tey eiga at tosa saman um, hvat tey ungu vænta sær av rúsdrekka hetta kvøldið og um, hvat foreldrini vænta.
- Tosi eisini um, hvussu tey ungu kunna handfara rúsdrekka og hjálpi teimum ungu at gera avtalur sínamillum og at handfara hesar avtalur.
Stjórin í Gigni staðfestir, at hon tosar ikki um, at læra tey ungu at drekka.
- Vit skulu ikki læra tey ungu at drekka, tí tað ber ikki til at læra at drekka. Men tað snýr seg um at hugsa skilagott og at hjálpa teimum at takkla tær støður, tey kunnu koma í so at tey ikki gera nakað, tey angra aftaná.
Tendraða telefon
Stjórin í Gigni heldur, at tað er týdningarmikið og trygt fyri tey ungu, at tey altíð kunnu ringja til tey vaksnu, um okkurt tekur seg upp, so at brúk er fyri tí.
Tískil eiga foreldrini at tendra fartelefonina og at hava hana hjá tær.
- Sig við tann unga, at tú ert til taks. Syrg eisini fyri, at tann ungi hevur telefon við pengum á, so tey kunna ringja.
Bjarta Vilhelm heldur eisini, at foreldrini í flokkinum, og kanska foreldraráðið við, hava samband við hvønn annan, og at øll eru við til at gera síðsta skúladagin góðan.
- Tað er eitt gott hugskot, at tey ungu og fyrireikarnir eru tilvitað um, hvør er boðin í veitsluna.
- Boð um eina veitslu ferðast skjótt við sms og á Facebook, og tí er skjótt, at onnur enn tey, ið eru bjóðaði við, møta til veitsluna.
- Hesi kunna til tíðir hava eina aðra dagskrá enn ætlanin var við veitsluni.
Hetta kann føra til keðiligar støður og tað kann vera torført hjá teimum ungu sjálvum at vísa øðrum ungum burtur og at hava tamarhald á, hvør verður latin inn til veitsluna.
- Tosa við tey ungu um hetta og bjóða tína hjálp um tað gerst neyðugt.
Sama, hvar veitsla er, eiga vaksin at vera til staðar, skuldi okkurt gingið galið.
- Tey vaksnu kunna halda seg í einum rúmi við síðuna av so tey eru løtt at heita á og skjót at fáa fatur á, um tað gerst neyðugt, samstundis sum tað er lætt at halda eyga við veitsluni og hvussu gongur.
- Foreldur eiga eisini at avtala, hvussu tey ungu koma trygt heimaftur aftaná veitsluna.
- Tað er týdningarmikið, at tey antin verða heintaði av foreldrunum, ella at tey fylgjast heim, sigur stjórin í Gigni.