- Tað er púra greitt, at samgongan hevur ein álvarsaman trupulleika.
Tað staðfestir Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi.
Samgongan fekk eitt rættiligt skot fyri bógvin, tá ið ein meiriluti í Løgtinginum, við hjálp frá samongumonnunum, Jenisi av Rana, Bill Justinussen úr Miðflokkinum, og Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum, samtyktu, at 23.000 tons av makreli skulu seljast á uppboði í ár.
- Nú verður samgongufundur í morgin og har mugu vit fáa greiði á, hvørja støðu, flokkarnir hava.
Jákup Mikkelsen vil ikki meta um, hvat skal henda, um so er, at Miðflokkurin, og Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum, halda fast um sína støðu.
- Men tað er greitt, at trupulleikin er álvarsamur. Vit hava brúkt drúgva tíð at samráðst um eina semju og eg vænti av hinum flokkunum, at avtalan, vit hava gjørt, verður hildin, sigur Jákup Mikkelsen.
Og tann avtalan ber í sær, at ongin uppboðsøla verður, staðfestir hann.
- Tað er ongin orsøk at hava eina samgongu, tá ið flokkar og tinglimir í heilum atkvøða ímóti teimum semjum, samgongan ger.
- Undir slíkum umstøðum kann ein samgonga ikki yvirliva, leggur hann afturat.
Hann heldur, at Miðflokkurin má gera upp við seg sjálvan um hann megnar og er førur fyri at taka ábyrgd.
- Tað er nakað, sum tíðir upp á, at Jenis av Rana hvørki tolir ella orkar at taka ábyrgd, heldur Jákup Mikkelsen