Amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, hevði týðiliga fyrireikað seg væl, tá allur heimurin hevði sæð myndir av amerikanskum hermonnum og irakum fella ta tíggju metrar stóru standmyndina av Saddam Hussein á torginum í miðbýnum í Bagdad.
- Soleiðis gongst tað einaræðisharrum, og við hesum er ein komin afturat liðinum, sum frammanundan taldi menn sum Hitler, Stalin, Lenin og Cheasescu, segði Rumdfeld.
Men hann ávaraði samstundis um, at fallið merkir ikki, at kríggið er liðugt. Tvørturímóti eru harðir bardagar eftir, áðrenn vit kunnu siga, at kríggið er av, segði verjumálaráðharrin.
Fyrradagin ljóðaði, at Saddam Hussein eftir øllum at døma var flýddur úr Bagdad til býin Tikrit, haðani hann er ættaður, men í gjár leitaðu amerikanskir hermenn framvegis eftir honum í Bagdad.
Samstundis gjørdu herdeildir seg til reiðar at fara til Tikrit, sum er einar 160 kilometrar norðan fyri Bagdad. Útlendskir hernaðarserfrøðingar halda, at millum 20.000 og 40.000 hermenn úr teirri serligu Tjóðarhirðini hava støð har. Sinastu dagarnar hava amerikansk bumbuflogfør søkt at málum í og uttan fyri býin, har umleið 250.000 fólk búgva.









