Jóladag doyði poppsangarin George Michael 53 ára gamal. George Michael fekk gjøgnumbrot í tónleikaheiminum við bólkinum Wham!, sum hann mannaði saman við Andrew Ridgeley.
Teir vóru ein sera væl umtókt duo, sum hittaði kring allan heimin við sangum sum Wake Me Up Before You Go-Go, Last Christmas og I’m Your Man. Í 1986 valdu teir báðir sangararnir at gevast við Wham!
Eftir hetta gjørdist George Michael heimsstjørna sum solistur, meðan Andrew Ridgeley eftir eitt stutt skifti sum solistur, valdi at ganga aðrar leiðir. Meðan George Michael helt fram við lívinum sum poppstjørna og øllum tí, sum har til hoyrir, valdi Andrew Ridgeley eitt meiri friðarligt lív.
Andrew Ridgeley er giftur við Keren Woodward, sum var partur av gentubólkinum Bananarama, og tey hava dugað at funnið sær eina friðarliga tilveru uttan stóra hóvastákið og jagstranina eftir viðurkenning og populariteti. Tey forvunnu væl av peningi í 80’unum og hava havt nóg mikið av pengum til at liva fyri síðani.
Andrew Ridgeley og Keren Woodward búgva á einum garði í Cornwall. Tey eru virkin í ymiskum vælgerandi arbeiði, tey vitja lokala pubbin, og Andrew er íðin golfspælari. Andrew Ridgeley, sum er 53 ára gamal, líkist einum friðarligum, miðaldrandi manni og verður ikki longur kendur aftur sum 80’ara poppstjørna.
Tað verður sagt, at hann trívist væl við róliga lívið og varveitti eitt gott og vinarligt samband við George Michael, sum plagdi at vitja Andrew og konuna í Cornwall og fara við á pubbin, har sjálvt George Michael fekk frið og náðir.
Andrew Ridgeley hevur á Twitter sent eina heilsan til George Michael, nú hann doyði, og sigur, at hann er sorgarbundin av at hava mist sín góða vin.