Í hesum døgum fer stór umbygging fram á havnarøkinum í Havn.
Tann fyrr so væl kendi Kaffivognurin hjá Carl Mourtisen, sum seinastu árini hevur verið Angus Steakhouse, verður umbygdur. Pylsuvongurin hjá Nick Hansen og kioskin hjá Bil-Óla verða tikin niður, og nýggjur bygningur bygdur í staðin.
Tað er SMS, sum nú eigur allar tríggjar bygningarnar. Herfyri keypti Dvøljan, sum er dóttirfelagið hjá SMS, sum rekur matarstøðini í SMS, matstovuna Angus Steakhouse. Felagið hevur eisini keypt pylsuvognin og kioskina. Allir bygningarnir standa á leigaðari grund hjá Tórshavnar Havn.
Niels Mortensen, stjóri í SMS, sigur, at bygningurin, sum hýsir Angus Steak House verður útbygdur. Pylsuvongurin og kioskin verða tikin burtur. Framyvir verður ein bygningur á staðnum, sum skal hýsa matstovuni.
Pylsuvognur so verður eingin – sum egin bygningur, har fólk standa uttanfyri og keypa.
– Men hann hvørvur ikki fyri tað. Vit fara at hava trý konsept í bygninginum: Matstovuna Angus Steakhouse, eitt take-away stað og pylsuvognin, har kundin fær júst somu vørur og tænastu, sum hann fekk í gamla pylsuvogninum, leggur Niels Mortensen dent á.
Talan er um gamlar býarmyndir í Havn, sum nú broyta skap.
Kioskina átti Óli Arge upprunaliga. Hann læt hana upp í 1930. Hon stóð tá longri úti ímóti kaikantinum.
##med3##
Í 1938 var gamla kioskin ov lítil, og bygdi Óli tí nýggja kiosk. Inni í kioskini vóru borð og beinkir, har fólk kundu sita og nóta okkurt gott.
Óli Arge andaðist í 1965, og konan Malla helt fram. Tá Malla andaðist í 1968, var tað dóttirin Hanna, sum tók yvir.
Í nógv ár stóð kioskin úti á sjálvum havnarlagnum. Tá stóra útbygggingin fór fram, og alt økið fram við Skansanrekkuni varð sprongt burtur í sjeytiárunum, og havnarlagið við Bursatanga víðkað, flutti kioskin í nýggjan bygning fyrst í áttatiárunum longur inni, har hon er í dag. Gamla kioskin varð tikin burtur í 1981.
##med2##
Pylsuvognurin á kaiini er eisini ein gomul havnarmynd. Sambært frálíku bókini um Havnina hjá Birgar Johannessen var tað upprunaliga Bent Olsen, sum átti pylsuvognin. Nick Hansen keypti hann í 1964. Tey fyrstu árini stóð hann í gamla kommunuskúlagarðinum. Seinni flutti hann oman á Kongabrúnna, har hann stóð framman fyri Ólavstovu saman við pylsuvogninum hjá Emely Johannesen. Nick keypti síðani pylsuvognin hjá Emely Johannesen. Hann flutti, eins og kioskin hjá Bil-Óla út hagar, hann er í dag.
Kaffivognin bygdi Carl Mouritsen í 1947 úr gomlum timbri við eini lúku í endanum at servera út ígjøgnum. Innanfyri var pláss fyri átta fólkum.
Carl og Gigga Mouritsen høvdu kaffivognin á eystara havnarøkinum í 40 ár. Í 1987 seldu tey kaffivognin. Eins og pylsuvognurin og kioskin flutti kaffivognurin í nýggj høli fyrst í áttatiárunum.
Birgar Johannessen skrivar, at tá kaffivognurin læt upp í 1947, kostaði eitt krúss av kaffi og eitt winarbreyð 75 oyru.
Í fyrstani stóð kaffivongurin úti við skipafelagsbygningin. Í 1960 varð hann vaksin og flutti longur heim á havnarøkið.
##med4##
Á myndini sæst kaffivognurin, eftir at hann var fluttur fyri triðju ferð. Kaffivognurin er reyða húsið miðskeiðs á myndini. Vinstrumegin kaffivognin stendur kioskin hjá Óla Arge. Hendan myndin er tikin miðskeiðis í sekstiárunum.