Í sambandi við altjóða sálarheilsudagin, sum er í dag 10. oktober, vísa vit her ráðini hjá Fólkaheilsuráðnum um, hvussu mann kann betra um sína sálarligu heilsu
Tað eru tríggir boðskapir, ið verkætlanin ABC fyri sálarliga heilsu stendur fyri, og sum vit kunnu velja at fylgja. Teir eru: ver virkin, ver saman og ver hugbundin.
A A) VER VIRKIN
Tú kanst vera virkin á sera ymiskan hátt og á ymiskum støði.
Tú kanst vera likamliga virkin, tá tú gongur ein túr, íðkar ítrótt, arbeiðir í urtagarðinum, ella fert upp á gólv.
Tú kanst vera sosialt virkin, tá tú ert saman við familju og vinum, tosar við grannan, ert í bindiklubbi, syngur í kóri ella gerst limur í einum felag.
Tú kanst vera sálarliga virkin, tá tú hugsavnar teg um okkurt; lesur eina bók, telvar, loysir krossorð ella bøtir einar holutar buksur.
Tú kanst vera andaliga virkin, tá tú finnur frið og ert burtur í onkrum; gongur ein túr í haganum, gert joga ella mindfullness, ert til gudstænastu, ella tosar við ein vin um lívsins stóru spurningar.
B B) VER SAMAN
Tað hevur týdning fyri okkara sálarligu heilsu, at vit eru saman við øðrum og partur av ymiskum felagsskapum, tí tað gevur okkum kensluna av at hoyra til. Sosial sambond sum familja, vinir, starvsfelagar, grannar okkara og at vera uppií ymiskum bólkum, eru dømi um ymiskir felagsskapir.
Okkara samleiki og sjálvsvirði verður stimbrað, tá vit eru partur av ymiskum felagsskapi, ið bæði kann vera lítlir ella stórir bólkar, í nærumhvørvinum, runt í landinum ella í altjóða bólkum. Vit kunnu vera partur av einum matklubba, innandura fótbóltsliði við vinum, einum tónleikabólki ella bókaklubba.
C C) VER HUGBUNDIN
At vera hugbundin, sipar til at vera uppií onkrum ella binda seg til okkurt við fullum huga. Tú kanst gera sjálvboðið arbeiði, geva tær sjálvum eina avbjóðing, læra okkurt nýtt ella loysa eina uppgávu. Tá tú ert virkin í virksemi, ið gevur meining fyri teg, fær lívið innihald og tú fært eina kenslu av endamálið við lívinum.
Títt sjálvsvirði og sjálvsálit verður stimbrað, tá tú verður stoltur av tí, sum tú ert virkin í. Tað nýtist ikki at vera eitt bragd av einum avriki, men kann eins væl vera at baka eina góða kaku, umvæla eina leiku ella ein bát, klára teg væl í tínum starvi ella at hjálpa tínum granna við onkrum.
Tess meiri vit eru virkin í eini verkætlan, bólki, áhugamáli ella øðrum, tess størri sjálvsvirði og lívsgleði fáa vit. Tá vit gera okkurt gott fyri onnur ella hjálpa teimum, ið hava tað torført, fáa vit eina kenslu av innihaldi og meining í lívinum, og tað kann vera við til at fremja bæði sálarligu heilsuna hjá okkum sjálvum og øðrum.
At vera virkin, partur av einum felagsskapi og hava eina kenslu av innihaldi og endamáli við lívinum, er við til at skapa gleði og fremja sálarligu heilsuna hjá okkum.