Soleiðis fáa vit nógv størri nyttu burtur úr pengunum

Landið skal selja Føroya Tele og løgtingsmaður í samgonguni hevur eitt uppskot um, hvat inntøkurnar skulu brúkast til fyri at fáa nógv størri nyttu burtur úr teimum

Landið eigur at selja Føroya Tele til eitt privat felag. Tað heldur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, sum er í samgongu. Og hann hevur eisini eitt uppskot um, hvat inntøkurnar av søluni skulu brúkast til.

– Peningurin skal brúkast til at gera tunlar fyri, sigur tingmaðurin fyri samfelagið.

Hann heldur nevniliga, at pengarnir, landskassin eigur í Føroya Tele, gera onga nyttu og tú heldur hann, at tað einasta rætta er at lata teir koma samfelagnum til góðar.

Samgongan hevur sett sær fyri, at har tað er ein fyrimunur, skulu almenn partafekøg einskiljast og í hesum sambandi hevur tað fleiri ferðir verið nevnt, at Føroya Tele er eitt felag, sum átti at ligið eina fremst fyri at selt.

Málið varð umrøtt í Løgtinginum hendan dagin og tað er lítið at ivast í, at tað verður drigið fram aftur nú fíggjarlógin fyri næsta ár skal viðgerðast.

– Føroya Tele er eitt alment partafelag, men í einum slíkum partafelag standa almennu pengarnir steindeyðir, so at vit fáa onga sum helst nyttu burtur úr teimum, sigur Bill Justinussen.

Hann heldur, at vit høvdu fingið nógv størri nyttu burtur úr pengunum, hevði Føroya Tele verið selt, og inntøkurnar brúktar til at gera tunlar fyri.

– Selja vit Føroya Tele, fara vit framvegis at fáa allar teletænastur, vit hava brúk fyri. Sostatt missa vit einki, men hinvegin høvdu vit fingið eina stóra peningaupphædd, sum kundi skapt eitt stórt samfelagsvirði við at gjørt tunlar fyri teir, sigur Bill Justinussen.

– Høvdu vit brúkt pengarnir, vit fingu fyri at selt Føroya Tele til at gjørt tunlarnar Norður um Fjall fyri, høvdu teir gjørt nógv størri nyttu í samfelagnum enn teir gera við at lata teir standa óvirknar sum partapeningur í Føroya Tele.

Hann ásannar, at landskassin fær eitt vinningsbýti frá Føroya Tele á hvørjum ári. Hesi seinastu ellivu árini hevur vinningsbýtið verið tilsamans 247 milliónir.

–  Í roynd og veru er tað hetta vinningsbýti, sum vit annars høvdu fingið í nógv ár framyvir, sum vit fáa útgoldið í einum við at selja felagið.

– Sostatt kunnu vit brúka tað til at skapa nýggj virði. Vit veksla deyðan partapening í Føroya Tele samfelagsgagnligar íløgur í tunlar – ella kanska í íbúðir, sigur Bill Justinussen.

Og Bill Justinussen væntar eisini, at hesin spurningurin verður ein partur av viðgerðini, tá ið samgongan fer at umrøða einskiljingar.

– Skuldi tað hent, at veitingartrygdin verður í vanda, kann tað almenna altíð koma upp í part aftur og keypa eina veitingartrygd, sigur hann.

Og hann heldur, at hóast hetta skuldi hent, er tað ein betri loysn enn at hava Føroya Tele á almennum hondum.

 – Veruleikin er tann, at tað eru fleiri øki í landinum, sum ikki fáa lut í samfelagsmenningini, tí tey sleppa ikki upp í part av tí at samferðslan er so vánalig, sigur Bill Justinussen.