Soleiðis er støðan við korona-andlátum ymsa staðni í heimi

Framvegis er USA landið, har flest doyggja av korona

Talið av deyðum av koronafarsóttini kring heimin nærkast nú 115.000. Í dag er tað aftur USA, sum hevur skrásett flest deyð – men tó færri enn samdøgrið frammanundan.

Her er eitt yvirlit yvir deyð í nøkrum londum.

Talið er uppgjørt í tíðarbilinum frá klokkan 04 gjáramorgunin til klokkan 04 í morgun. Fyrra talið í klombrum er talið av deyðum tilsaman fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Hækkingin í talinum er uppgjørd klokkan 04 í gjáramorgunin og 24 tímar fram. Seinna talið í klombrum vísir í prosentum, hvussu nógv dagliga talið er hækkað ella minkað í mun til dagin fyri.

* USA: 22.073 deyð tilsamans (5,9). 1469 deyð í 24 tímar (-23,1 prosent).

* Italia: 19.889 deyð tilsamans (32,9). 431 deyð í 24 tímar (-30,4 prosent).

* Spania: 17.209 deyð tilsamans (36,9). 603 deyð í 24 tímar (+14,9 prosent).

* Bretland: 10.621 deyð tilsamans (16,0). 746 deyð í 24 tímar (-18,6 prosent).

* Týskland: 3022 deyð tilsamans (3,7). 151 deyð í 24 tímar (+45,2 prosent).

* Svøríki: 899 deyð tilsamans (8,9). 12 deyð í 24 tímar (-29,4 prosent).

* Danmark: 273 deyð tilsamans (4,9). 13 deyð í 24 tímar (0,0 prosent).

* Allur heimurin: 114.185 deyð tilsamans. 5323 deyð í 24 tímar (-13,6 prosent).

Kelda: Johns Hopkins University.