Málið móti kommunulæknanum byrjar 11. januar 2012, tá tann fyrsta kvinnan kemur á løgreglustøðina at melda mannin. Hon greiddi frá, at hon vikuna áðrenn hevði verið til undirlívskanning hjá læknanum í Eysturoynni, og at hon føldi seg seksuelt eyðmýkta eftir viðtaluna.
Somu vikuna fær løgreglan umvegis sjúkrarøktarfrøðingar at vita um eina aðra kvinnu, sum møguliga hevur verið fyri órætti av læknanum. Hendan verður avhoyrd eina viku seinni. Hon hevði verið í viðtalu hjá læknanum heilt afturi í novembur 2010.
Eina viku seinni verður læknin avhoyrdur um ákærurnar frá hesum báðum kvinnunum, men hann noktar seg sekan.
Eitt ár seinni, 9. januar 2013, kemur aftur ein kvinna á gátt hjá løgregluni og sigur, at hon dagin fyri hevði verið til undirlívskanning hjá kommunulæknanum í Havn, og at hon metti, at hann var farin út um mark.
Nakrar dagar seinni verður læknin aftur avhoyrdur, men noktar seg sekan enn einaferð. Ákæruvaldið velur tó at skuldseta mannin fyri brot á autorisatiónslógina fyri tað, hann hevur gjørt móti hesum trimum kvinnunum.
10. juli 2013 biðjur ákæruvaldið Sundhedsstyrelsen um at meta um, hvørt læknin hevur borið seg rætt at í samband við undirlívskanningarnar hjá kvinnunum.
Seinni á heystið 2013 traðkar enn ein kvinna fram. Hon greiðir frá, at læknin árið fyri skal hava gjørt seg inn á seg á Landssjúkrahúsinum. Hetta er álvarsamasta ákæran, og fevnir hon um aðra kynsliga samveru enn samlegu.
7. novembur 2013 fær ákæruvaldið svar frá Sundhedsstyrelsen, sum metir, at alt ikki er farið rætt fram, tá læknin hevur kannað tær tríggjar fyrstu kvinnurnar.
Ein mánað seinni biður ákæruvaldið Sundhedsstyrlsen um at kannað málið enn einaferð, nú fjórða kvinnan eisini er partur av málinum. Svarið frá Sundhedsstyrelsen, dagfest 1. mai 2014, er hitt sama.
24. juli 2014 verður maðurin so ákærdur fyri brot á revsilógina í samband við undirlívskanningarnar av kvinnunum.
Málið fær fitt av umrøðu í miðlunum og komandi tíðina seta fleiri kvinnur seg í samband við løgregluna um læknan.
6. juli 2015 biður ákæruvaldið aftur Sundhedsstyrlsen meta um málið, nú alsamt fleiri kvinnur eru partur av tí, men niðurstøðan er hin sama, læknin hevur ikki fylgt vanligari mannagongd.
11. desembur 2015 missir læknin fyribils loyvi at virka sum ella at nevna seg lækni.
3. novembur 2016 fær ákæruvaldið enn einaferð staðfest frá Sundhedsstyrlsen, sum nú eitur stýrið fyri sjúklingatrygd, at nevndu undirlívskanningarnar ikki eru farnar rætt fram.
Tilsamans hava 19 kvinnur meldað mannin. Í seks førum er málið fyrnað, meðan løgreglan valdi ikki at reisa ákæru í einum føri.
Níggju dagar eru settir av til rættarmálið, men dómarin hevur sett forboð fyri at greiða meiri frá, hvat gongur fyri seg í rættinum. Tí verður ikki meiri at frætta haðani, fyrr enn dómurin er klárur. Væntandi verður tað ikki fyrr enn mitt í februar.
Kommunulæknin noktar seg sekan í øllum ákærunum.










