Soleiðis atkvøddu stjørnurnar

Her sæst hvønn Ronaldo, Messi og hinir atkvøddu til heimsins besta spælara.

Mánakvøldið varð kroatiski Luka Modric kosin til heimsins besta spælara við FIFA Player of the Year Award, har hann fekk útvið triðju hvørja atkvøðu og endaði frammanfyri Cristiano Ronaldo og Mohamed Salah.


Teir báðir, sum hava verið einaráðandi í útnevningum av heimsins besta spælara seinastu 10 árini, Cristiano Ronaldo og Lionel Messi, vóru ikki samdir um heimsins besta spælara í ár. Tað sæst á atkvøðulistanum.


Les eisini: Atli Gregersen og Lars Olsen ósamdir


Lionel Messi hevði Cristiano Ronaldo sum nummar trý, meðan Cristiano Ronaldo als ikki hevði Lionel Messi ímillum tríggjar teir fremstu. Ronaldo valdi Raphael Varane sum nummar eitt, og Messi valdi Luka Modric.


Atkvøðurnar hjá ymiskum liðskiparum:


Lionel Messi

1. Luka Modric

2. Kylian Mbappé

3. Cristiano Ronaldo


Cristiano Ronaldo

1. Raphael Varane

2. Luka Modric

3. Antoine Griezmann


Harry Kane

1. Cristiano Ronaldo

2. Lionel Messi

3. Kevin De Bruyne


Luka Modric

1. Raphael Varane

2. Cristiano Ronaldo

3. Antoine Griezmann


Hugo Lloris

1. Raphael Varane

2. Antoine Griezmann

3. Kylian Mbappé


Manuel Neuer

1. Eden Hazard

2. Luka Modric

3. Raphael Varane


Virgil van Dijk

1. Mohamed Salah

2. Kevin De Bruyne

3. Kylian Mbappé


Sergio Ramos

1. Luka Modric

2. Cristiano Ronaldo

3. Lionel Messi


Síggj allar atkvøðurnar HER