Solby nýggjur programleiðari

Solby Anna Eliasen er sett í fyribils starv sum program-leiðari í Kringvarpinum. Síðani bygnaðarbroytingarnar í fjør summar hevur Herluf Sørensen annars verið program-leiðari, men hann bað fyri stuttum um at verða loystur úr starvinum.

Í fyrstu atløgu boðaði Kringvarpsstjórin frá, at her og nú verður ikki lýst eftir nýggjum leiðara, og ístaðin er starvssetanin fyribils gjørd við innanhýsis rokadu.

Solby Anna Eliasen er 32 ára gomul og úr Klaksvík. Hon varð liðug við journalist-úbugving sína í januar mánaði í ár, og 1. februar byrjaði hon í føstum starvi í Kringvarpinum. Hon hevur tó síðani 2006 verið knýtt at Kringvarpinum.

Sum programleiðari fær hon ábyrgd av stórum parti av sendiflatuni hjá Kringvarpinum, har hon eisini skal vera við til at menna og leiða redaktionella arbeiðið hjá stovninum.

- Vit koma at gera onkrar broytingar í sendiflatuni. Men enn er alt ov tíðliga hjá mær at siga, júst hvørjar hesar verða, sigur hon í stuttari viðmerking.