Sòlarmyrking á Hovsegg

Næmingar úr Hvalba vóru í morgun á Hovsegg, fyri at fylgja sólarmyrkingini.

Næmingar úr Hvalbiar skúla fóru í morgun niðan á Hovsegg at hyggja at sólarmyrkingini. Tey vóru tó ikki tey einastu, sum høvdu leita sær hagar, og framvið gamla vegnum til Hovs stóðu bilar allan vegin.

 

Sólarmyrkingin sást rættiliga væl, men sjálv koronan sást ikki, meðan tað var myrkast. Tó so, alt í alt var túrurin væl eydnaður.

 

Eftir túrin varð farið aftur í skúlan í Hvalba, har næmingar og lærarar fingu sær ein góðan bita.

 

In.fo hevur fingið nakrar myndir av Hovsegg, sum Vibeke Michaelsdóttir og Jóna G. Christiansen hava tikið.