Noreg
Sambært norskum fjølmiðlum, roynir norska Sogndal í løtuni at styrkja um liðið, við at fáa ein fyrrverandi norskan landsliðsleikara til felagið. Talan er ikki um nakran ókunnugan leikara í Sogndal. Håvard Flo, sum annars er systkinabarn Tore Andre Flo, spældi síni fyrstu fótbóltsár við felagnum hjá Kurt og Julian, áðrenn yrkisleið hansara førdi hann til størri norsk feløg, áðrenn hann setti kós móti útlandinum.
Í útlendskum fótbólti hevur hann roynt seg í Danmark, Týsklandi og Onglandi har hann nú spælir við Wolverhampton Wanderers í næst bestu ensku deildini. Eisini hevur hann roynt seg á norska landsliðnum, har størsta uppliving hansara helst man vera sigurin á Brasilia í HM-kappingini í Fraklandi í 1998.
Plássið hjá Kurt
Tað er eingin loyna, at Flo orsakað av uppruna sínum er ein leikari, sum áskoðararnir hjá felagnum skjótt høvdu tikið til sín. Navnið, Flo, er nær knýtt at felagnum, og fyri viðhaldsfólkini vildi tað helst verið gleðiligt, um sterki áleyparin valdi at enda yrkisleið sína aftur í felagnum.
Hinvegin er lítið at ivast í, at eitt møguligt keyp av framherjanum vildi minkað um spælitíðina hjá Kurt Mørkøre á liðnum. Flo er eins og Kurt ein áleypari, sum fyrst og fremst hevur sína styrki inni í brotsteiginum, og við allari virðing fyri Kurt, so kann ikki roknast við, at hann uttan víðari vildi verið tikin fram um fyrrverandi norska áleyparan. Tað kann tó heldur ikki útilokast, at eitt møguligt keyp av Flo skal byrgja upp fyri, at Sogndal møguliga fer at missa álopsfelagan hjá Kurt, Tommy Øren. Fleiri útlendsk feløg sigast at vera áhuga í honum, og áður hava munandi millióna upphæddir verið nevndar, tá mett verður um virðið á leikaranum.
Umframt Sogndal sigast Lyn, Moss og Bryne at vera áhugað í at keypa Håvard Flo, sum annars eisini sigur seg hava eitt tilboð frá einum donskum superligu felag.










