Í Noregi gera teir, sum tað verður gjørt í Føroyum. Kappingarárið í fótbólti er tað sama sum álmanakkaárið. Komandi sunnudag er 26. og síðsta umfarið á skránni í bestu og næstbestu deildini. Sunnudagin varð greitt, at vinarbýurin hjá Klaksvíkini, Tróndheim, aftur í ár eigur besta fótbóltsliðið í Noregi. Rosenborg, sum við sínum avrikum í Europa Cup tey seinastu árini hevur staðfest, at teir eru besta fótbóltsliðið í Norðurlondum, vann 9?0 á Bryne. Harvið varð tað púra greitt, at Rosenborg aftur í ár er norskur meistari.
Nýggj avbjóðing
Í næstbestu deildini snýr føroyski áhugin seg um, hvussu tað gongst hjá Sogndal. Sunnudagin var føroyska liðið á útivølli ímóti Raufoss. Sogndal var undan 25. umfarinum á triðja plássi, og Raufoss var á fjórða plássi.
Dysturin varð spældur innandura í tí, teir kalla Hydrohallen. Talan er um eitt plasttelt, sum verður hildið uppi av lufttrýstinum. Tað var vakurt heystarveður í Noregi sunnudagin, men grasvøllurin í Raufoss var so mikið vánaligur, at tað varð ikki hildið ráðiligt at spæla á honum.
Sogndal vann 2?0, og harvið er tað púra greitt, at føroyingarnir skulu halda fram at kappast, eftir at flestu fótbóltsspælararnir í Noregi hava spælt síðsta landskappingardystin.
Sogndal skal sunnudagin spæla á heimavølli ímóti Kjelsås. Tá verður talan ivaleyst um fagna á heimavølli yvir góða avrikið í ár. Mikudagin í komandi viku og annan sunnudag verður endaliga avgjørt, um Sogndal komandi ár skal spæla í bestu deildini, tippuliguni, ella um teir skulu halda fram í 1. deild.
Tað er ikki endaliga greitt, hvørjum Sogndal skal kappast ímóti um plássið í bestu deildini. Haugesund er niðast í tippuliguni. Teir hava 16 stig og eru fluttir niður. Hitt beinleiðis niðurflytingarplássið fer til Vålerenga ella Start. Bæði liðini hava 21 stig. Tað liðið av hesum báðum, sum sleppur undan beinleiðis niðurflyting, skal helst spæla ímóti Sogndal, men tað er eisini ein lítil møguleiki fyri, at tað verður Bryne, sum hevur 24 stig.
Dysturin
Leygardagin søgdu vit, at allir føroyingarnir skuldu við Sogndal til Raufoss. Heimasíðan hjá felagnum var ikki dagførd undan evsta markinum hjá okkum. Seinni fríggjadagin vistu teir at siga, at Kurt Mørkøre var leikbannaður, og at ein skaði fór at halda Hans Fróða Hansen frá longu bussferðini.
Julian Johnsson var á miðvøllinum í 83 minuttir. Tá sigurin var vísur, varð Julian, sum hevði fingið gult kort, útskiftur.
Føroyski landsliðsmaðurin var ? sum vanligt ? við í nógvum. Tað var eftir, at Julian hevði roynt seg við skoti, at Sogndal fekk hol á. Sjey minuttir vóru farnir, tá Raufoss málverjin hálvbjargaði skotroyndini. Kristian Ystaas, sum avloysti Kurt Mørkøre í álopinum, var fyrstur á returinum.
Eftir tíggju minuttir stútaði Julian Johnsson hornasparksinnlegg dygst omanfyri Raufoss málið.
Sogndal hevði tak á spælinum mesta partin av tíðini. Tá ein tími var farin, staðfesti U?21 landsliðsmaðurin og vanligi álopsfelagin hjá Kurt Mørkøre, Tommy Øren, sigurin. Tað gjørdi hann eftir snarálop.
jh










