Sogndal farið undir nýggja kappingarárið

Julian og Kurt skulu á venjingarlegu í La Manga í vikuni undan landsdystunum ímóti Luksemburg og Russlandi

Noreg


Í fótbóltsfelagnum í Sogndal í Noregi er tað vorðið gerandisdagur aftur. Eftir nógva fagnaðin í sambandi við uppflytingina til tippuliguna og eftir ein kærkomna hvíld í ein mánað, fóru teir í føroyska felagnum í norskum fótbólti í fyrradagin undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Setningurin verður fyrst og fremst at varðveita plássið í bestu deildini. Fyrsta umfarið í landskappingini verður 16. apríl, og fram til tá ætla teir í Sogndal ikki at liggja á løtu síðuni.

Julian Johnsson, sum komandi ár skal spæla í troyggju nummar 14, og Kurt Mørkøre, sum skal bera troyggju nummar 16, hittust í fyrradagin saman við liðfeløgunum í Sognahallen. Har skemtaðu teir sær eina løtu, áðrenn teir høvdu spælarafund. Í dag og í morgin verða spælararnir kannaðir fyri, hvussu stóran ? sum teir siga ? skaða teir hava fingið av frítíðini, og mánadagin verður av álvara farið til verka.

Skulu vit meta út frá ætlanini, sum er løgd, so ætla teir í Sogndal at spenna bogan høgt í fyrireikingartíðini. Longu 7. januar skulu teir spæla venjingardyst í Sognahøllini ímóti Lillestrøm, og millum mangar aðrar venjingardystir skulu teir 25. januar spæla ímóti Rosenborg.


Nógv ferðing

Føroyska fótbóltslandsliðið skal 24. mars spæla HM undankappingardyst í Luksemburg og 28. mars skulu Føroyar spæla í Russlandi. Ætlanin er, at landsliðið skal fyrireika seg til hesar dystirnar á venjingarlegu, men vit hava ikki enn fingið at vita, nær henda venjingarlegan verður.

Tá tað snýr seg um venjingarlegur undan kappingarbyrjan, er spurningurin altíð, hvussu venjingarlegan hjá landsliðnum og venjingarlegurnar hjá feløgunum passa saman.

Julian Johnsson og Kurt Mørkøre vóru báðir fyrst í oktober í landsliðsferðalagnum í Sveis. Tá spældi Julian við, meðan Kurt allar 90 minuttirnar sat á beinkinum. Tað man lítið vera at ivast í, at tá HM undankappingardystirnir tørna fyri seinnapartin í mars, tá verður brúk fyri bæði Juliani og Kurt inni á vøllinum. Tá vera teir í betri dystarvenjing, enn mangir av hinum landsliðsmonnunum. Umframt í einari rúgvu av venjingardystum heima í Noregi, so fara teir í Sogndal at fáa dystarvenjing á venjingarlegu í La Manga í Spania. Har skulu teir í tíðarskeiðnum 10. ? 18. mars taka lut í kapping saman við norsku feløgunum Strømgodset, Lyn og Start og saman við fýra svenskum feløgum.