Sogndal aftur stig á útivølli

Men føroysku spælararnir tykjast at vera mest sum horvnir úr norskum fótbólti

 

Noreg


Flestu landskappingarnar í Europa eru framvegis í summarfrí. Men í Noregi verður spælt av lívsins kreftum. Sunnudagin var trettanda umfarið á skránni. Tað vil siga, at nú er norska landskappingin hálvrunnin. 26. og síðsta umfarið verður á skránni síðsta sunnudagin í oktober. Burtursæð frá teimum vikuskiftunum, tá landsdystir verða á skránni, fara teir í Noregi at spæla hvørt vikuskiftið frá nú av og inntil síðst í oktober.

Norskur fótbóltur er ? sæð við føroyskum eygum ? ikki so áhugaverdur nú, sum hann var í fjør. Frá og við í dag av er Julian Johnsson ikki Sogndal spælari, men í staðin Hull spælari. Kurt Mørkøre er framvegis í Sogndal, men hann tykist ikki at vera í nánd av besta liðnum.

Sunnudagin var Sogndal og vitjaði í Bodø. Úrslitið var 2?2, og tað vóru serliga skiftisspælararnir, sum gjørdu um seg. Tað restaðu fýra minuttir av vanligu leiktíðini, tá Rune Buer Johansen, sum var innskiftur á Sogndal liðið, legði Sogndal framum 2?1, men gleðin yvir tað, sum teir hildu vera sigursmálið, var stokkut. Tá tríggir minuttir vóru farnir av eykatíðini, javnaði Vegard Sannu, sum hevði verið á vøllinum síðsta hálva tíman, og tað var um reppið, at heimaliðið vann, tí í síðsta álopinum sendu teir á tvørtræið.

Bodø/Glimt, sum spældi javnt fyri fjórðu ferð upp í slag, var komið á odda, tá fimm minuttir vóru farnir, og Mons Ivar Mjelde hevði javnað við rimmar fluktara í 34. minutti.

Bodø/Glimt er á triði niðasta plássinum. Tað er hetta plássið, sum ber endaspæl um eitt pláss í bestu deildini við sær. Sogndal er, nú kappingin er hálvrunnin, sjey stig omanfyri hetta plássið.

Rosenborg kom á fyrsta plássið sunnudagin. Teir fingu eitt stig ímóti Brann úr Bergen. Úrslitið var 3?3. Merkisvert var tað, at hetta var fimti dysturin á rað í landskappingini og steypakappingini, at Rosenborg ikki vann. Men javnleikurin var nóg mikið at fáa oddasessin, tí Viking Stavanger tapti 2?1 í Molde. Bæði Rosenborg og Viking Stavanger hava 27 stig.