Sofía ársins spælari í Danmark

Sofía Purkhús er í dag kosin til ársins spæla í donskum flogbólti. Fyrrverandi Mjølnir spælarin vann eisini heiðurin sum ársins kantur.

 

Sofía Purkhús, sum spælir við Amager VK, fekk heili 41 prosent av atkvøðunum, meðan nummar tvey fekk minni enn helmingin av tí.

 

Umframt Sofíu Purkhús, so spælir systir hennara, Elisabeth Purkhús, Eina Kalsø og Jastrið Jacobsen við Amager VK.