Tað endaði soleiðis, sum tað undan dystarbyrjan varð roknað við, at tað fór at gera.
Svensku favorittarnir vunnu á heimavøllinum í Scandinavium í Göteborg 26 – 18 ímóti Brasil. Hálvleiksstøðan var 11 – 9. Andreas Palicka var í svenska málinum allan dystin á tamb, og tað vóru fyrst og fremst hansara avrik í serliga seinna hálvleiki, ið vóru orsøk til, at tað endaði við heimasigri á átta mál.
Svensku favorittarnir høvdu í fyrra hálvleiki ilt við at avrika tað, sum tað varð roknað við. Serliga í álopsspælinum vóru mistøkini nógv, og tað var greitt, at spælararnir vóru tyngdir av trýstinum, sum er á teimum, nú teir verða mettir at vera favorittar at vinna HM á heimavølli.
Men smátt um smátt eftir steðgin loysnaði tað hjá svium, og síðsta korterið var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at vera.
Úrslitini í dag
Bólkur A
Kili – Iran 24 – 25
Spania – Montenegro 30 – 25
Bólkur B
Frakland – Pólland 26 – 24 (í gjár)
Saudi Arabia – Slovenia 19 – 33
Bólkur C
Kap Verde – Uruguay 33 – 25
Svøríki – Brasil 26 – 18
Bólkur D
Ungarn – Suðurkorea 35 – 27
Ísland – Portugal 30 – 26











