Sørvágsfjørður verður avsperraður

Meðan smoltini verða sett út, verður Sørvágsfjørður avsperraður, men smábátar kunnu sigla innanfyri alibrúkið.

Grøna linjan vísir, hvar smábátar kunnu sigla, meðan fjørðurin er avsperraður.

Hiddenfjord fer at seta smolt út í smoltslangum tvørtur um Sørvágsfjørð.

 

- Smoltini verða latin í slanguna á parkeringsplássinum við Breiðá og yvir til alibrúkið í Selvík.

 

Í Sørvágs kommunu siga tey, at smoltslangan er væl merkt við reyðum boyum/ blunkljósum fyri hvørjar 100 metrar.

 

- Byrjað verður at seta út hósdagin hin 23. november, og arbeiðið heldur fram til og við mánadagin hin 27. november.

 

Í Sørvágs kommunu siga tey, at í hesum tíðarskeiði verður Sørvágsfjørður avsperraður.

 

- Vísandi til viðhefta kort kunnu smábátar sigla innanfyri lokaðu eindirnar í alibrúkinum í Selvíkum.

 

Lagt verður aftrat, at ein bátur hjá Hiddenfjord kemur at liggja á fjørðinum, meðan fjørðurin er avsperraður.

 

 

 

Grøna linjan vísir, hvar smábátar kunnu sigla, meðan fjørðurin er avsperraður.