TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við miðvallaran Sølva Vatnhamar, sum eisini ergraði seg um eitt 1-3 tap ímóti Norðurírlandi.
Sølvi hevði nøkur góð gjøgnumbrot, har hann setti nakrar norðurírar av, men hann er alt annað enn nøgdur, og heldur, at liðið átti at víst nógv betur hugburð. Sølvi átti ein hepnan fót, tá Sonni Ragnar Nattestad breyt ígjøgnum í høgru síðu av brotsteiginum, og legði upp til Jóan Símun Edmundsson, sum javnaði til 1-1.