Sølan av persónbilum stóð í stað

Seinastu árini hevur verið støðugur vøkstur í bilasøluni. Men hesin vøkstur er nú steðgaður. Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár eru seldir eins nógvir persónbilar, sum somu tíð í fjør, 306 bilar

Seinastu árini hevur verið støðugur vøkstur í bilasøluni. Men hesin vøkstur er nú steðgaður. Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár eru seldir eins nógvir persónbilar, sum somu tíð í fjør, 306 bilar.

 

Fimm fleiri vøruvognar eru seldir hetta tíðarskeiðið í ár í mun til í fjør, tá tølini ávikavist vóru 45 vøruvognar í mun til 40.

 

Hyruvognarir eru tveir fleiri, sum seldir eru hetta tíðarskeiðið í ár, 6 í mun til 4.

 

Bilasølurnar hava fyrr sagt, at bilasølan hevur verið á nógv lægri støði árini síðani fíggjarkreppuna – og at tá hon nærkast 2.000 bilum um árið, er hon aftur á einum nátúrligum støði.

 

Í 2007 vóru seldir tilsamans 1.814 persónbilar og 428 vøruvognar. Árið eftir, í 2008, lækkaði samlaða bilasølan góðum 30 prosentum.

 

Samlaða sølan av akførum fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár var 413 í mun til 384 somu tíð í fjør. Tað er ein framgongd upp á 7,55 prosent.

 

TRÝST HER  fyri at síggja hagtølini frá Akstovuni.