Tað upplýsti danska Matvørumálaráðið í dag í tíðindaskrivi.
Ráðið hevur seinastu vikuna sett forboð ímóti víðarisølu av vøruni frá fimm virkjum.
Vøran, sum kann hava evni í sær, sum ikki eru góðkend, er ikki heilsufakliga góðkend at kunna seljast.
– Um ein vøra ikki er fráboðað, er tað ólógligt at selja hana í Danmark, segði eindarstjórin Henrik Dammand Nielsen í tíðindaskrivi.
Sambært ráðnum hava fleiri av orkudrykkjunum hjá Prime nógv meira koffein, enn loyvt er í Danmark.
Primedrykkir síggjast eisini til sølu á eitt nú Rótikassanum 24/7 fyri 300 krónur.