Fólkakirkjan skrivar, at diakonprestinum skal virka millum tey, ið hava avbjóðingar við einum skipaðum gerandisdegi og gerast sosialt viðbrekin eitt nú í mun til arbeiðsloysi, bundinskap, heimloysi ella í skiftinum millum arbeiðslívið, frítíð og áhugamál.
– Tann, sum settur verður, kemur at hava ávirkan á innihaldið í arbeiðsuppgávunum í samstarvi við biskup, leiðslurnar á stovnum og felagsskapum, ið samstarva verður við.
– Uppgávan er at síggja alt menniskjað, likam, sál og anda. Presturin skal gera eitt uppsøkjandi arbeiði og vera sjónligur millum fólki í býnum og á gøtuni.
– Væntað verður, at presturin vitjar stovnar, heim og býli í samráð við leiðslurnar á stovnunum og avvarðandi av felagsskapunum. Presturin heldur í minsta lagi 12 gudstænastur um árið í kirkjunum sunnu- og halgidagar, skrivar Fólkakirkjan.
– Vit ynskja, at komandi diakonpresturin hevur virkað sum sóknarprestur í nøkur ár ella hevur samsvarandi royndir innan t.d. sjúkrahús og stovnar. Aðrar royndir í kristnum og manngóðum verki saman við fakligum og menniskjansligum førleikum telja væl, tá ið presturin verður settur.
Umsøkjari skal hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Staðin biskupspróvtøka er ein fortreyt fyri at umsóknin verður viðgjørd.
Starvið er ikki tænastumannastarv, men umsøkjari, sum er í tænastumannastarvi, kann verða settur sum tænastumaður, um viðkomandi ynskir tað.
Eingin embætisbústaður er til embætið, og ein reglugerð er gjørd til embætið.










