Í tíðindaskrivi sigur nevndin ´iLGBT, at tað eru tvinnar orsøkir til, at hesin dagurin er søguligur fyri teirra viðkomandi.
- Fyrsta orsøkin er, at Føroyar í dag eru almennir vertir fyri fyrsta opna samkynda sendiharranum, ið hevur vitjað her á landi. Talan er um amerikanska sendiharrin, Rufus Gifford.
- Næsta orsøkin er, at løgtingsfólkini Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum og Poul Michelsen úr Framsókn hava í dag lagt fyri tingið trý uppskot til ríkislógartilmæli, sum tilsamans skulu gera tað møguligt hjá samkyndum at giftast í Føroyum, stendur í tíðindaskrivinum.