Søguligt úrslit í Gundadali

Fyri fyrstu ferð nakrantíð endaði tað málleyst millum B36 og Víkingi

Síðani 2008 hevur Víkingur verið partur av bestu deildini. Síðani 2008 hava B36 og Víkingur dystast tríggjar ferðir á hvørjum ári í landskappingini. Í dag var 45. landskappingardysturin millum hesi bæði feløgini. Hann var á ovara vølli í Gundadali, og tað endaði við málleysum javnleiki. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at einki mál er skorað í landskappingini, tá ið B36 og Víkingur hava dystast.

 

Tað var øgiliga langt millum málmøguleikarnar, og tað mesta av tíðini var tað ikki serliga ferðmikið.

 

Hjá Víkingi mundi veruleikin spøkja, at liðið mikukvøldið aftur skal í høvuðsstaðin. Tá vera ørindini at spæla seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið ímóti HB.

 

Fram ímóti dystarenda høvdu bæði liðini hvør sín møguleika at skora, men Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi og Benjamin Heinesen, sum í dag var liðformaður og framrættaður í vinstru, tóku ikki av.

 

Javnleikurin ber við sær, at Víkingur nú er næstfremst við 51 stigum. Tað eru tvey fleiri enn HB, sum í løtuni spælir á heimavølli ímóti B68. B36 er á fjórða plássi við 37 stigum. Tað eru fimm fleiri stig enn EB/Streymur, sum eigur útsettan dyst ímóti 07 Vestur.

 

 

 

B36 – Víkingur 0-0

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

B36: Mattias Lamhauge – Símun Sólheim, Lukas S. Enevoldsen, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson – Magnus Holm Jacobsen, Andrass Johansen – Hannes Agnarsson, Michal Przybylski, Benjamin Heinesen– Rasmus Nissen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson, Noah Mneney, Géza Dávid Túri, Olaf Bárðarson – Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen