Edmund Joensen, fyrrverandi formaður í Sambandsflokkinum, sigur tað, at tað ikki er hent í søgu floksins, at ein fyrrverandi formaður meldar seg úr flokkinum, eins og Lisbeth L. Petersen hevur gjørt.
Hann harmast um støðuna, men hevur annars ikki nakra viðmerking til málið, annað enn niðanfyristandandi reglur, sum hann hevur sent miðlunum.
- Flestu sambandsfólk munnu harmast støðuna, sum nú er íkomin. Mær vitandi er tað ikki hent í søgu Sambandsfloksins, at ein fyrrverandi formaður hevur tikið seg úr flokkinum. Tað má takast í sera stórum álvara innanhýsis í Sambandsflokkinum, sigur Edmund Joensen, sum eins og Lisbeth L. Petersen hevur verið bæði formaður, løgtingslimur og fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin.
Sí annars myndatema HER, har partar av politiska lívinum hjá Lisbeth verða lýstir.