Tey sum minnast HM í 1982, minnast eisini Socrates. Maðurin við stóra skegginum og hárbandinum, sum líktist meiri eini rockstjørnu enn einum brasilskum liðskipara. Saman við millum annað Zico bergtók hann allan fótbóltsheimin á sumri 1982 í Spania. Brasilska landsliðið spældi dreymafótbólt við teimum báðum sum snúningspunkti á miðvøllinum.
82-liðið verður av mongum mett sum eitt tað besta landsliðið, ið ikki megnaði at vinna HM-gull. Teir vóru í fjórðingsfinaluni so óhepnir at renna seg í italsku málmaskinuna, Paolo Rossi, og taptu.
Socrates hevur seinastu vikurnar verið illa sjúkur og í gjár komu boðini um at 57 ára gamli lívsnjótarin ikki longur er millum okkum.
Socrates, sum er føddur 19. februar 1954, spældi fyri tað mesta í Brasil, har hann eisini las til lækna. Hann fekk tí eisini eyknevni »læknin«.
Hann royndi seg eitt skifti í italskum fótbólti í Fiorentina, men eftir hálvt annað ár fór hann aftur til Brasil at spæla. Hann gavst at spæla í 1989. Tí vakti tað stóran ans, tá hann sum 50-ára gamal spældi ein dyst fyri Garforth Town í lægru deildinum í Onglandi. Hann spældi í tólv minuttir og takkaði fyri seg.
Sócrates Brasileiro Sampaio de Souza Vieira de Oliveira náddi at spæla 60 landsdystir og skjóta 22 mál fyri Brasil.