landsuðurrákið fossandi rekur
høgrarák og vesturætt
kúgandi valdið fólksins ogn tekur
mistreysti sáðað, vorðið so illa statt
Eyðrænandi ferðandi ríkmannalið
spekulantar í hópatali
kúgaðu fjøldini ei gevur grið
men ei vilja sigra á vali !
Balsam fyri likam og sál
á socialismunnar lovsong lýða
socialismunnar hægsta mál
Fylkjast í hóp ! mót órættvísi stríða !
Socialistiska blóðreyða stríðsbál
máttmikið, geisandi logar
ljómandi frítt um heyg og vál
socialistiska fólkaheimið roðar !
Borgarliga hànasaða afturhald
miðaldar skurðguda streymar
knúsa tað kúgandi vald !
Socialismunnar fælsisdreymar !
Samhaldsfesti, frælsisstríð !
Frælsisljómur skæri
Socialistiska birtan blóðreyð og fríð
Stríðshugað hvagar eg enn fari
Socialistiska hugsjónin sterk, føgur er
drepandi sjálvsøknisandan køvur
Samhaldsfasta boðskapin ber
Stríðshugaða fjøldin máttmikil, føgur !
Kammerátar ! Hevjum stríðsmerkið hátt !
Sigursæli stríðslúður vil ljóma !
Kammerátar ! Vit koma aftur brátt !
Socialistiski fragdarljómi sýnir alra sóma !
-----
1. mai 2013
Sólmundur