Í kvøld, fríggjakvøldið 8. januar, byrjar føroyski dansurin hjá Dansifelagnum í Havn aftur aftaná ein mánaða jólasteðg.
Barnadansurin byrjar klokkan 20 í Norðurlandahúsinum og endar klokkan 21. Ein steðgur verður við sunkisti, te og kaffi. Kvøðin verða brot úr ymsum kvæðum og vísum - bæði styttri og longri. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin! Klokkan 22 fara tey vaksnu upp á gólv í Hornahúsunum - nýggir limir eru vælkomnir.
Dansifelagið, sum var stovnað í 1952, hevur regluliga skipað fyri dansi fríggjakvøld í dansitíðini. Síðani Norðurlandahúsið lat upp í 1983 hevur Dansifelagið eisini skipað fyri barnadansi í Norðurlandahúsunum fríggjakvøld í dansitíðini, og undirtøkan hevur verið sera góð.

So verður aftur farið upp á gólv





