So verður ikki parkerað undir Byrggjubakka

Um ein tíma verða pullartarnir í Vágsbotni, sum steingja fyri ferðsluni út undir Bryggjubakka, tendraðir aftur. Av býráðnum í Havn siga tey, at endamálið við pullartunum er at avmarka ferðsluna og raðfesta tryggari umstøður til fólk til gongu, sølufólk og til útiborðreiðan.

Vørukoyrin og hann kann fara fram um morgunin fyri kl 11, tí tað eru pullartarnir óvirknir.

– Um veitingarvirkir, tey sum búgva ella virka undir Bryggjubakka, hava átrokandi tørv á at koma inn á økið, tá pullertarnir eru virknir, hava tey kotu, ið verður tøppað inn á tøknikassan við inngongdina, pullartarnir fara tá sjálvvirkandi niður í breytina og fara uppaftur eftir hálvum minutti, skrivar býráðið.

Pullartarnir eru tryggjaðir soleiðis, at teir ikki fara upp, um ein bilur er nærri enn 1,5 m frá teimum, tá ið tyngd er á teimum, ella tá ið fólk stendur hjá ella á teimum.