Seinastu tvær vikurnar eru talið av covid-19 smittaðum í stokkhólmarøkinum í Svøríki næstan tvífaldað, veit Aftonbladet at siga. Smittan spreiðir seg í øllum aldursbólkum, og hevur eisini funnið vegin inn á ellisheimini.
- Vit síggja ein vøkstur um yvir tað heila, sigur Maria Rotzén Östlund, virkandi smittuverjulækni í regiónini Stokkhólm, við tíðindatænastuna, TT.
Bjørn Erikson, stjóri fyri heilsu og medisinskari viðgerð í stokkhólmarøkinum, ásannar eisini, at Svøríki nú er á veg upp eftir aftur í smittutølum.
Í døgunum millum 17, og 24. september vórðu 855 nýggir korona-tilburðir staðfestir í stokkhólmarøkinum. Hetta er næstan tvífalt so nógv sum vikuna frammanundan.
- Tølini tóku dik á seg millum viku 37 og viku 38, og vøksturin heldur fram hesa vikuna, sigur Maria Rotzén Östlund, virkandi smittuverjulækn, við TT.
Gongdin í Svøríki er skeiva vegin. - Tað gongur spakuliga, men støðugt skeiva vegin, ásannar Anders Tegnell, smittuverjuserfrøðingur.