So var tað ferðavinnan

Ein køld, slavin hond verður løgd niður eftir bakinum á øllum, sum roynir at hóra so nøkulunda undan her á landi.

Krøvini uttan eftir eru mong og strong, og viðhvørt tykjast tey órímilig eisini. Og politiska ómegdin innan eftir er ræðandi. Tað sær ikki mætari út enn, at setningurin er, at í Føroyum skal fólk ikki liva og virka. Landið er fyri fugl og seyð.

Seinasta nosið var at hoyra um í útvarpinum um dagarnar, tá bóndin í Kirkjubø greiddi frá, hvussu hansara vinnuvegur nú er fyri hóttafalli.

Í frásøgn síni um, tá Tróndur gamli fyrireikaði norðanmenn at fara... “til Havnar suður á tann trúnarfund´”, letur I.P.G. hann siga soleiðis:

 

“Skulum vær níga Ólavi kongi,

skulum vær honum lúta?

Skulum vær krúpa so í krógv,

tá man mangur súta!”

 

Í dagsins Føroyum tykist einki at sleppa at virka, uttan at fylgja ES góðkendum reglum og treytum. Ivaleyst í fleiri førum skilagóðum og neyðugum. Men viðhvørt tykist tað ov nógv av tí góða. Tað kann ikki bera til, at eingi frávik ella tillaging til lokal viðurskifti eru møgulig.

Í summar var tað ullin, sum skuldi hava góðkenning. Ímynda tær, kæri lesari! Djóralækni á hvørji rætt at góðkenna 70.000 seyðir áðrenn royting. Tað skulu nógvir djóralæknar til, tí ikki er óvanligt, at farið verður á fjall í fleiri hagapørtum sama dag.

Bóndin í Kirkjubø, sum hevur lagt seg eftir at fremja í verki tað, sum føroyingar, ikki minst politikarar, dagliga tosa um. At liva av egnum tilfeingi. Hann hevur roynt at bygt upp eina vinnu, har hann knýtir saman tað søguliga tilfeingið, staðið eigur, og tað, ið vinnist av egnum lendi. Nevniliga seyðin úr haganum.

Men nú er komið í ljós, at tað ber als ikki til, tí loyvt er ikki at selja kjøtið vegna manglandi heilsuváttan. Trupulleikin er bara, at slík váttan fæst ikki í Føroyum, tí vit hava ikki førleikan til at geva hana. Hyggjuráðini eru tí, at so má vinnan, sum livir av hesum, halda uppat.

Ferðavinnan verður dúgliga umtalað sum tað nýggja beinið, vit skulu standa á. Í Kirkjubø hevur hetta verið víst í verki í nøkur ár. Men nú dregur samanum.

Álvaratos. Nú er tíðin saktans komin til, at ábyrgdarhavandi, tað vil siga politiski myndugleikin, ger av, um vit skulu taka hesa vinnu í álvara, ella bara lata hana fara. Higartil hevur hon verið kastibløka millum ymsar landsstýrismenn. Seinast varð hon gjørd til uttanríkismál. Alt gott um at ferðast uttanlands. Men tað er hóast alt av vinnuni her á landi, vit skulu liva.

Kirkjubøbóndin er eitt gott dømi um, at tað kann bera til. Men hann ger tað ikki einsamallur. Og tá tey, ið fegin vilja ráða yvir vinnuni, ikki hava hugflog – ella hvat tað nú er, ið vantar – so er einki at gera. Ikki gerst tað lættari av, at ymsu málsøkini rekast millum ymisk aðalráð, alt eftir hvussu politisku kabalirnar skulu ganga upp, og hvussu nógvar landsstýrismenn, og harvið aðalráð, vit skulu hava.