Kvinnuhondbóltur
Vónirnar hjá VÍF, nú bert tveir dystir restaðu at spæla, vóru ikki av teimum bestu. Umframt at tær í Vestmanna sjálvar skuldu vinna sínar dystir, kravdust eisini tvey tap frá VB í teirra seinastu dystum, um gullmerkini í kvinnuhondbólti aftur í ár skuldu handast í Vestmanna.
Helst høvdu tey flestu givið upp, tí tað kann so ikki roknast við, at VB fer at missa somikið nógv í seinastu dystunum, men mikukvøldið stóð so greitt, at VÍF heldur ikki megnaði at uppfylla sínar treytir, og so var definitivt liðugt.
Verjan avgerandi
Stjørnan vann nevnliga dystin í Vestmanna mikukvøldið. Við eini væl virkandi verju og ikki minst eini væl spælandi Agne Masenaite aftan fyri hesa, fingu tær fyrst og fremst steðga álopsmaskinuni hjá VÍF, soleiðis at hendan ongan tíð kom til sín rætt.
Hetta gjørdi, at gestirnir úr Klaksvík í stóran mun eisini fingu frið yvir spælið hjá sær sjálvum, soleiðis at tær í álopunum dugdu at hava neyðuga tolið, og á tann hátt forða fyri vandamiklu kontrarenningunum hjá VÍF.
Tað var tó ongan tíð soleiðis, at nakar av pørtunum setti seg á dystin. Stjørnan hevði at kalla alla tíðina munin, men VÍF slepti ongan tíð endanum. Tvørtur ímóti royndu tær ferð eftir ferð at toga seg inn á Stjørnuna, men tó at tær nakrar ferðir stríddu seg upp á javnt, so var tað bert við fyrsta málinuum í dystinum, at tær vóru frammanfyri. Stjørnan svaraði aftur hvørja ferð, og so hvørt sum minuttirnir fækkaðust, kom sigurin alt nærri.
Tað var tó um reppið, at tað gekk galið móti dystarenda. Stjørnan hevði tá annars vunnið seg trý mál framum, men tá VÍF so aftur minkaði niður í eitt mál, stóð heilt nógv á.
Við sínum seinasta máli í dystinum fekk ein væl spælandi Una Olsen tó sett punktum fyri uppgerðini, og tó at VÍF enn einaferð minkaði, so var tað ikki nóg mikið. Seinasta vónin um gull var burtur, og næsta silvurmerkið á árinum ístaðin veruleiki.
Svongdin
Og tá alt kemur til alt, so mugu tær í Vestmanna ásanna, at tær ikki hava havt neyðugu styrkina til gullið í ár. Einki er at ivast í, at missurin av Ioanu við kappingarársbyrjan var dyggur smeitur hjá liðnum, tí við hesum mistu tær eitt hitt týdningarmesta álopsvápnið á liðnum, men aðrar orsøkir eru eisini at finna.
Kanska hava hesar fyrst og fremst verið á sálarliga økinum, har ein ávís metta hevur verið galdandi. Í fleiri førum hevur liðið snávað í dystum, sum á pappírinum skuldu givið tvey stig, og tá VB í nógv minni mun hevur gjørt tað sama, so fekk tað neyvan gingið øðrvísi.
Við hesum skal tó einki takast frá VB, sum hevur vunnið eitt uppiborið meistaraheitið. Tær hava ígjøgnum árið verið mest stabila liðið, og so hava tær eisini verið nóg svangar til at geva seg tað lítla pettið eyka, sum so ofta kann vera avgerandi.
Nakað av tí sama hevur Stjørnan eisini havt. Liðið sum í heyst hevði kreppufund, har avgerð skuldi takast um tilmeldingina til kappingina, hevur stóran part av árinum sýnt ein framúr stríðsvilja. Ein stríðsvilja, sum nú møguliga eisini kann bera heiðursmerki við sær. Enn hevur StÍF helst betru kortini á hondini í so máta, men Stjørnan hevur enn møguleikan, og eftir sigurin í Vestmanna eigur teirra møguleiki so avgjørt ikki at útilokast.
Dysturin í tølum
VÍF-Stjørnan 23-24 (7-10)
Málskjúttar:
VÍF: Sóley Mikkelsen 8(2), Nicoleta Radu 5(3), Jacklin Durhuus 3, Friða Marjunardóttir 2, Alis Høghamar 2, Linda Johannesen 1, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 1, Eyðritt Andreasen 1
Stjørnan: Natasha Stamenkovic 9(2), Danijela Ercevic 4(1), Una Olsen 4, Jastrid Gullaksen 2, Bára S. Klakstein 2, Joan M. Joensen 2, Gunnvør Isaksen 1
Brotskøst: VÍF 5, Stjørnan 5
Útvísingar: VÍF 4, Stjørnan 3
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen.